Marknaðarlæra - page 73

Brúkaraviðurskifti
73
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypsorka
Tað er keypsorkan, ið ger av, hvussu nógva vøru og tænastu ein
brúkari hevur ráð til at keypa. Spurningurin er, hvussu roknað verður
fram til keypsorkuna og soleiðis ta upphædd, ið brúkarin ræður yvir
og frítt kann keypa fyri. Inntøkugrundarlagið er sjálvsagdur partur
av hesari tilgongd. Talvan vísir mannagongdina at koma fram til tvey
týðandi hugtøk í hesum sambandi: Tøk inntøka og tiltøkupeningur.
Will
Eitt dømi
Inntøka kr. 250.000
-Skatt kr. 120.000
Tøk inntøka kr. 130.000
- Fastar útreiðslur kr. 70.000
- Uppsparing
+ Niðursparing
+ Kredittmøguleikar kr. 30.000
Tiltøkupeningur kr. 90.000
W
Tøk inntøka er tað, sum eftir er, tá ið skatturin er goldin, og tiltøku-
peningurin er tann peningur, sum eftir er, tá ið avráddar fastar útreiðslur
og skattur eru frároknað.
Sundurgreining
Inntøka er í hesum samanhangi allur tann peningur, ið einstaklingur
ella húski fær. Umframt lønarinntøku og vinning av egnum virki eru
eisini roknaðar uppí almennar veitingar, vinningur og arvur.
Skattur og onnur avgjøld verða drigin frá inntøkuni. Vinnulívs-
skattur verður roknaður eftir tí vinningi, ið vinnurekandi hevur. Mvg
og onnur vørugjøld viðkoma ikki hesum viðurskiftum. Hesi gjøld
viðkoma keypsorkuni, eru roknað upp í søluprísir og verða goldin, tá
ið vøra og tænasta verða keypt.
Tøk inntøka er sum sæst tað, ið eftir er, tá ið skattavaldið hevur
tikið sín part. Tøk inntøka skal skiljast við tí fyrivarni, at tað er bara
hendingaferð, at allur hesin peningur er tøkur. Tey allarflestu hava
fastar útreiðslur, og tær verða goldnar av tí tøku inntøkuni.
Fastar útreiðslur eru tær, ið avráddar eru frammanundan. Tær eru til
dømis húsaleiga, ljós, hiti, telefon, tryggingar og lániskuld. Hóast hús-
haldsvøra sum oftast verður roknað mest sum føst útreiðsla, so eru
útreiðslurnar ikki við í uppgerðini um tiltøkupeningin.
1...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...286
Powered by FlippingBook