Marknaðarlæra - page 61

Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
61
Lættari er tí at skilja, hví kend fólk ofta eru at síggja í lýsingum. Enda-
málið er at fáa teg at keypa tær vørur, ið tey umboða og sýna fram.
Slóðarin er fyrimyndin og hevur soleiðis týdning í nógvum sølu-
arbeiði.
Tveir ymiskir slóðarar verða vanliga umrøddir: Annar teirra, ið hevur
mestu ávirkan á tey, ið hann heldur saman við, til dømis starvsfelagar,
vinfólk og næstrafólk. Og so hin, ið skarar framúr og er fyrimynd
á nógvum økjum, men hevur mestu ávirkan á tey, ið eru uttan fyri
vinarbólkin og kenningarskaran. Óivað er eyðvitað, at slóðari, maður
sum kvinna, mangan hevur týðandi leiklut í tilvísingarbólki.
Miðlaheimurin ávirkar nógv
Miðlaheimurin er á tremur við lokkandi og freistandi tilboðum, ið
lættliga kunnu varpa teg inn í ein annan og øðrvísi heim. Siðbundnar
hugsanir, hugburður og atburður eru javnan fyri hvøssum ágangi, ið
vilja hava teg at taka annað skinn um bak. Alskins menningarskeið
menna teg til eitt betri og lukkuligari menniskja, verður sagt. Og
hevur tú hug at venda ranguni út, so ber tað eisini til.
Bólkar eru, ið verða nógv ávirkaðir av lýsingum og filmum. Til dømis
vísa kanningar í Amerika og Vestur-Evropa, at nógvir ungdómar
klæða seg, klippa sær og hava sama tosingarlag sum tey í framhalds-
sendingum í sjónvarpinum. Ungdómar vísa soleiðis lívsháttin, ið tey
taka undir við, og sjónleikararnir gerast fyrimyndir teirra.
1...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...286
Powered by FlippingBook