Marknaðarlæra - page 45

Broytingartíðir
45
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Áhugavert er, at hóast ídnaðarmenningin í ídnaðarlondunum var
treytin fyri frægari livikorum, so gjørdust fleiri lond í fyrstalags-
vinnuni ríkari. Tað var grundað á, at hesi lond vóru før fyri at tillaga
ídnaðarvørurnar, serstakliga maskinurnar, til egna fyrstalagsvinnu.
Hetta var eina mest galdandi í landbúnaði, námsvinnu og fiskiskapi.
Nevnast kunnu lond sum Avstralia og Nýsæland.
Ídnaðarmenning í Føroyum
Heilt fram til seint í 19. øld var landbúnaður týdningarmesta fyrsta-
lagsvinnan í Føroyum. Tá ið fyrstu føroysku sluppirnar leitaðu sær
av trongu føroysku grunnunum vestur til Íslands, tá kom ein nýggj
tíð, ið broytti føroyska samfelagið almikið. Landbúnaðurin, ið hevði
verið ráðandi vinnan í øldir, fer nú afturum, og fiskiskapur gerst tann
berandi fyrstalagsvinnan í føroyska samfelagnum.
Ídnaðarmenningin fekk í Føroyum sama týdning sum í Avstralia og
Nýsælandi. Føroyingar tóku við teimum bestu tólunum, sum stóðu í
boði úr ídnaðarlondunum. Ein tann stórsta broytingin í føroysku fyrsta-
lagsvinnuni var, at motorur kom í føroysku fiskiskipini. Føroyingar
høvdu ikki serligar fortreytir at røkja og passa hesar motorar, men teir
høvdu ein smiðjustætt, sum síðani hevur ført maskinrøkt á skipum
upp á ovastu rók. Tað var Jóhan Rasmussen, ið sjálvur var maskin-
meistari, sum í 1929 legði lunnar undir skúla í Klaksvík, hvørs enda-
mál var at úbúgva motorpassarar. Tey fyrstu prógvuni vóru handað
longu árið eftir í 1930.
Fyrsta ídnaðarroyndin
Fyrsta ídnaðarroyndin var gjørd í Rættará í Havn. Hetta fyrsta stigið
á ídnaðarleið verður vanliga kallað “Fabrikkin í Rættará”. Stigtakari
til tiltakið var svenska-bretska felagið “The Normal Company”, sum
sviin Østrøm stóð á odda fyri. Ætlanin var at gera eina verksmiðju til
hvalamjøl. Hetta var í 1885.
William Heinesen um Østrøm:
Hann ætlaði stórt og livdi hart, hann hevði ein riðil av útlendingum við
sær, summpartin sakkønar ídnaðarmenn og skrivstovufólk, summpartin
letingar og vertskapsmenn, men henda mikla fyritøka kom at standa á
hálvum gekki, felagið reyk av knóranum, teir kátu útlendingarnir fluttu
av aftur landinum. Men tann fragdartíð, tá ið Østrøm og kátu hovmenn
hansara hildu til úti í Rættará, kom at liva leingi í søgn og sangi.
Verksmiðjan ella fabrikkin verður í mai 1892 seld einum svenskum
verkfrøðingi úr Gøteborg, Petterson av navni. Hann flytur tað leysa
góðsið til Svøríkis. Nøkur ár seinni, í 1898, fer Valdemar Lützen
undir at stovna hermetikkverksmiðju, eitt niðursjóðingarvirki, í Havn.
Maskinurnar verða settar upp í tí, sum skrivað stendur “veldugu stóru
Østrøms fabrikk”, sum faðir Valdemar, Jacob Lützen, hevði keypt.
1...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...286
Powered by FlippingBook