Marknaðarlæra - page 46

Broytingartíðir
46
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Framleiðslan til fiskahermetikk byrjaði í 1900. Væl man hava gingið.
Longu í 1901 frætta vit, at vørurnar frá hesum virki hava fingið góða
undirtøku í útlondum, og at Valdemar Lützen hevur keypt nýggjar
og størri maskinur til framleiðsluna. Virksemið, at niðursjóða fiska-
bollar í blikkdósir, var heilt fram til seinna kríggj. Blikkini vóru gjørd
á virkinum burtur úr heilum, innfluttum blikkplátum.
Tað er áhugavert at síggja byggiháttin á hesum virki í Rættará við
teimum sneiddu norðanvendu tekjunum, soleiðis at dagslýsi eisini
innanhýsis sum mest verður gagnnýtt sum arbeiðsljós. Virkið stendur
har enn sum ein varði fyri byggisnið í farnari tíð, tá ið ídnaðar-
menningin tók seg upp í Bretlandi seint í 18. øld. Byggihátturin var
frammi í ídnaðarlondunum heilt fram til miðskeiðis í farnu øld.
Hvalaídnaður
Longu í 1894 hoyrist, at norskir hvalaveiðimenn tingast um grundir
til hvalastøðir norðanfjørðs. Norðmaðurin Grøn byggir hvalastøð á
Gjánoyri. Fyrsta skip hansara var “Urd”, ið veiddi 43 hvalir hetta árið.
Føroyingar fóru uppí hvalaveiðu í 1893, tá ið hvalaveiðifelagið Odin í
Havn varð stovnað, og galeasin “Betsy” varð gjørd út til at veiða hval.
Árið eftir, í 1894, fekk “Betsy” 5 døglingar.
Grundin til, at Østrøm fór at byggja í Rættará hevur helst havt sam-
band við, at norðmenn og skotar um hetta mundið vóru farnir at skjóta
hval undir Føroyum. Skjúttarin hjá Grøn, norðmaðurin Michelsen,
stovnaði felag, har føroyingar vóru við. Felagið bygdi hvalastøð á
Kópagørðum norðanvert Norðdepil. Støðin byrjaði í 1898, og skipið
hjá Michelsen fekk 50 hvalir og Grøn 63.
Tað frættist í 1900, at Michelsen saman við øðrum hevur í umbúna at
gera hvalastøð í Selvík á Sørvágsfirði. Aðrir ætla at gera eina støð í
Lopra. Eftir fáum døgum vóru í Suðuroy teknaðar 40 túsund krónur
til støðina har. Umframt er ein kaptein Evensen í ferð við at seta eina
støð upp norðan fyri Streymin, norðuri í Nesinum. Fýra hvalastøðir
eru í Føroyum í 1901. Støðin í Selvík er helst komin í vinnu í 1902, og
støðin á Skipanesoyri í Funningsfirði kom stutt eftir hetta.
Hvalamjølsvirki verður í 1901 bygt upp í støðina á Gjánoyri. Tað
verður loyvt, tí at hvalaveiðilógin verður broytt. Bløðini harmast um,
at heimafólkið soleiðis missir møguleikan at keypa bíligt tvøst. Áhugi
føroyinga at fara uppí hvalaídnaðin var stórur. “Hvalfangeraktie-
selskabet Suderø” var stovnað í 1900 við 100 túsund krónum í parta-
peningi. Fá ár seinni var partapeningurin víðkaður til 600 túsund
krónur. Tað kann samanberast við, at Føroya Banki, fyrsti bankin í
Føroyum, stovnaður 1906 við 300 túsund krónum í partapeningi.
1...,36,37,38,39,40,41,42,43,44,45 47,48,49,50,51,52,53,54,55,56,...286
Powered by FlippingBook