Føroyskur skattarættur - page 281

281
21. Gjald av vinningi við burturluting o.ø.
Vinningur av burturluting, eydnuspæli, happadrátti, vedding, premiuláns­
brævi, premiukontu, gitikapping o.tíl. skal ikki verða tald við í skattskyldugu
inntøkuna. Í staðin fyri inntøkuskatt skal verða latið avgjald 15% av slíkum
vinningi, tá ið hann er hægri enn 3.000 kr. Tær fyrstu 3.000 kr. av vinning­
inum eru so statt bæði skattafríar og avgjaldsfríar. Avgjaldið skal eisini verða
latið av vinningi av ítróttavedding, føroyska happadráttinum og kringvarp­
inum.
Meginreglan er, at loyvi krevst frá TAKS til at skipa fyri burturluting o.ø.
Loyvishavin ella viðkomandi, sum skipar fyri burturlutingini o.ø., hevur
skyldu í seinasta lagi ein mánað aftaná burturlutingina o.a. at rinda landskass­
anum avgjaldið, samstundis sum ein uppgerð, sum greitt sýnir avgjaldsgrund­
arlagið, verður latin TAKS
79
.
Skattgjaldari við fullari skattskyldu til Føroya skal eisini rinda avgjald av
vinningi av burturluting o.ø. uttanlands. Vinnarin skal skrivliga boða TAKS
frá hesum innan 14 dagar aftaná, at vinningurin er goldin vinnaranum. Av­
gjald, sum er goldið uttanlands av vinningi uttanlands, kann verða drigið frá
avgjaldinum, sum skal verða rindað í Føroyum, tó í mesta lagi tann upphædd,
sum skuldið verið rindað landskassanum.
Seinastu árini hevur ein ørgrynna av spølum verið bjóða út á alnetinum, har
møgueiki er fyri at vinna stórar vinningar. Spurningurin, sum í hesum
sambandi hevur stungið seg upp, er, um vinningurin skal inntøkuførast
sambært skattalógina ella sambært lógina um gjald av vinningi við
burturluting v.m.
Skatta-og avgjaldskærunevndin hevur í einum máli frá 31.
januar 2013 (mál nr. 12/00145)
avgjørt, at vinningar av pokerspølum skulu
inntøkuførast sambært skattalógina, meðan onnur spøl skulu inntøkuførast
sambært lógina um gjald av vinningi við burturluting v.m.
79 Viðvíkjandi eydnuspæli o.ø. krevst serligt loyvi at selja útlendskar lutaseðlar. Loyvi til eydnuspæl fæst
ikki til politisk endamál, og tað er ikki loyvt vinnurekandi at flýggja út vinningar eftir eini skipan, sum
er fult ella partvíst tilvildarlig. Tann ið gevur út blað ella tíðarriti, ið kemur út regluliga, kann tó skipa
fyri eydnuspæli at flýggja út vinningar í virðislønarkappingum.
1...,271,272,273,274,275,276,277,278,279,280 282,283,284
Powered by FlippingBook