Føroyskur skattarættur - page 279

279
Stuðulin verður veittur eftir longdini á farleiðini, tó so, at stuðulin sjóvegis,
loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunnlar er fyri hvørka ferð. Fjarleiðin mi-
llum bústað og arbeiðsstað verður grundað á stytstu ferðaleiðina millum bús-
tað og arbeiðsstað. Vegastrekki verða uppgjørd sambært uppmátingum hjá
Landsverki av vegalongdum millum bygdir. Stuðulin verður í mesta lagi veit-
tur fyri 220 dagar árliga.
Stuðulin verður bara veittur eftir umsókn og kann ikki vera fyri rættarsókn,
fyrr enn hann er útgoldin. Landskassin er ikki bundin av avtalu um transport,
sum móttakarin hevur gjørt um stuðulin til ferðaútreiðslur.
Ferðastuðulin verður útgoldin á kontu í peningastovni seinast í juli og seinast
í januar mánaði.
Avgerðir um stuðul til ferðaútreiðslur kunnu innan 4 vikur verða kærdar til
kommunalu skattakærunevndina og so til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Sí avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 03.03.2004 (mál nr. 03-02-
23-6).
20.3. STUÐUL TIL DUPULT HÚSARHALD
Rætt til stuðul til dupult húsarhald hevur
giftur persónur,
sum býr í Føroyum,
sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald. Stuðulin er
treytaður av, at móttakarin ikki á annan hátt fær endurgjald fyri útreiðslur til
dupult húsarhald.
Hóast tað ikki er beinleiðis ásett í lógini, at persónurin skal hava fulla skatt­
skyldu til Føroya, hevur kravið um at búgva í Føroyum við sær, at hesin
rættur er treytaður av fullari skattskyldu til Føroya.
Rætturin fevnir um ein ávísan
mánaðarligan
stuðul til
hølisleigu
og ávísan
stuðul
um dagin
til
kost
treytað av, at hesar útreiðslur fara upp um eina ávísa
minstuupphædd. Bæði stuðulin og minstaupphæddina ásetur landsstýris­
maðurin við kunngerð.
Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin á kontu í peningastovni seinast
í juli og seinast í januar mánaði.
Stuðulin verður bara veittur eftir umsókn og kann ikki vera fyri rættarsókn,
fyrr enn hann er útgoldin. Landskassin er ikki bundin av avtalu um transport,
sum móttakarin hevur gjørt um stuðulin.
1...,269,270,271,272,273,274,275,276,277,278 280,281,282,283,284
Powered by FlippingBook