270
Bókhaldið skal verða lagt soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna
verða fylgdar til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu
kunna verða loyst upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu verða gjørdar soleiðis, at tað er
gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.
18.6. ÓFULLFÍGGJAÐ ROKNSKAPARFØRSLA
Verður staðfest, at ein sjálvuppgáva ikki lýkur tey krøv, sum kunngerðin um
minstukrøv til bókhald og roknskap setur, t.d. vantandi kassaroknskapar
førsla ella vantandi upplýsingar á grundskjølum, er talan um ófullfíggjaða
sjálvuppgávu, ið kann hava við sær, at sjálvuppgávan verður ógildað, og at
líkningarvaldið kann áseta skattskyldugu inntøkuna sambært meting.
Slíkt ófullfíggjað bókhald hevur tó ikki av sær sjálvum við sær, at skattskyld
uga inntøkan skal verða hækkað sambært meting. Ein hækking sambært
meting krevur harafturat, at líkningarvaldið førir prógv fyri ella ger sannlíkt,
at eginnýtslan, sum sjálvuppgávan gevur pláss fyri, er ov lág. Til ber at gera
upp eginnýtsluna við einari kapitalfrágreiðing. Ansast skal eftir, at úrslitið
viðvíkjandi slíkari uppgerð av eginnýtsluni er sannlík og kann verða saman-
borin við eginnýtsluna árini frammanundan.
Sum dømi um kæruviðgerð viðvíkjandi spurninginum um uppgerð viðvíkjandi
eginnýtsluni kann verða víst á avgerð hjá
landsskattakærunevndini frá 07.12.1999 (j.
nr. 99S02-0004),
avgerðir hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 19.01.2005 (j. nr.
04-02-21-20)
og
frá 20.10.2005 (mál nr. 05-02-21-36)
.
Nógvar sjálvuppgávur eru ógildaðar fult ella fyri ein part, av tí at minstukrøv
ini til bókhald og roknskap ikki hava verið hildin.
Sí t.d.
avgerð frá 16.06.2004
(mál nr. 03-03-31-7 og 04-02-23-11) hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini
, har nevndin
ikki góðkendi útreiðslurnar, tí skattgjaldarin við einum lista, sum hann sjálvur hevði
gjørt yvir keyptar vørur og einari váttan frá seljara, ikki á nakran hátt hevði lokið áset
ingarnar í kunngerðini um minsturkrøv til bókhald og roknskap. Líkningarvaldið vísti
serliga á ásetingina í § 11, stk. 4, nr. 2) í kunngerðini um minstukrøv til bókhald og
roknskap, sum sigur, at skjøl viðvíkjandi keypi og sølu skulu hava upplýsingar um slag,
nøgd og upphædd fyri veitingina.
Sí eisini
avgerð frá 18. juni 2008 (mál nr. 08-02-23-28) hjá Skatta- og avgjaldskæru-
nevndini
har tann kommunala skattakærunevndin sigur, at kærarin hevur ikki bókað
allar tær inntøkur, hann hevur vunnið rætt til sambært egnari uppgerð og tók tí und