263
        
        
          ikki verða roknað við í kapitalvinningsinntøkuna hjá búnum, jbr. § 12 í
        
        
          kapitalvinningsskattalógini. Í slíkum førum kemur hann, ið fær hesar ognir,
        
        
          í skattligu støðuna hjá tí deyða
        
        
          .
        
        
          Tá endaliga uppgerðin hjá búnum sambært galdandi skiftisreglum verður
        
        
          gjørd, skulu tær ognir, sum kunnu verða avskrivaðar, og ognir, sum skulu
        
        
          verða skattaðar av sølu eftir § 27 í skattalógini, verða mettar sum tær eru
        
        
          avhendar fyri handilsvirðið uppgerðardagin viðvíkjandi búnum. Somuleiðis
        
        
          skulu í hesa uppgerð allar burturleggingar av einum og hvørjum slag verða
        
        
          tiknar til inntøku aftur. Allar ognir, sum avskrivaðar eru, skulu so statt verða
        
        
          mettar sum seldar í seinasta lagi uppgerðardagin, og vinningur, sum tá kemur
        
        
          fram, skal verða taldur við upp í skattskyldugu inntøkuna, eins og hall verður
        
        
          frádrigið.
        
        
          Eftir uppgerðardagin fara ognirnar til arvingarnar. Ein møgulig skattskylda
        
        
          liggur tí aftaná uppgerðardagin á arvingunum.
        
        
          
            17.11. BÚSUPPGERÐIN
          
        
        
          Vanliga kann ein búsviðgerð verða liðug innan 15 mánaða tíðarskeiðið, sum
        
        
          miðað verður eftir í skattalógini. Dagurin, tá arvingarnir taka við arvinum,
        
        
          verður nevndur skildagurin, og skal á hesum degi verða gjørd ein endalig
        
        
          uppgerð fyri búgvið. Henda uppgerð verður nevnd: „Búsuppgerð eftir §
        
        
          14-uppgerð“ og er eitt serligt oyðublað, sum fæst frá TAKS, skiftirættinum
        
        
          ella sýslunum. Uppgerðin byggir á § 14-uppgerðina, men vísir møguligar
        
        
          broytingar og hendingar, sum eru farnar fram, síðani § 14-uppgerðin varð
        
        
          gjørd.
        
        
          Skattskyldan hjá búgvum, sum verða tikin til
        
        
          
            almenna skiftisviðgerð
          
        
        
          fevnir
        
        
          eftir § 15, stk. 1 í skattalógini um inntøkur, sum vunnar eru í tíðini frá and
        
        
          látinum til tann dagin, sum í tí endaligu uppgerðini verður nýttur sum
        
        
          uppgerðardagur og skildagur. Inntøkur, sum tann deyði hevur vunnið rættin
        
        
          til, áðrenn hann doyði, verða ikki tiknar við í inntøkuna hjá búnum.
        
        
          Skattskyldan hjá búnum fevnir eisini um inntøku, sum er fingin til vega í
        
        
          sambandi við at ognir verða útlutaðar til arvingar ella eftirsitandi hjúnafelaga,
        
        
          bæði undir sjálvari skiftisviðgerðini og á skildegnum.
        
        
          Skattskyldan hjá búgvum, sum verða tikin til
        
        
          
            privata skiftisviðgerð
          
        
        
          fevnir eftir
        
        
          §§ 15, stk. 3 og 17, stk. 1 í skattalógini um inntøkur frá deyðadegnum til
        
        
          tann dagin, sum nýttur verður sum skildagur í tí endaligu búsuppgerðini.
        
        
          Verður endalig búsuppgerð ikki gjørd innan 15. mánaðir eftir andlátið,