258
17.2. EFTIRSITANDI VIÐ ÓSKIFTUM BÚGVI
Ger eftirsitandi hjúnafelagin av at sita við búnum óskiftum, verður gjørt eitt
yvirlit yvir ogn og skuld, tá andlátið hevur verið. Skiftirætturin sendir skatta
valdinum boð um, at eftirsitandi hjúnafelagin verður sitandi við búnum
óskiftum, og sendir avrit av uppgerðini yvir ogn og skuld.
Eftirsitandi hjúnafelagin verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí
inntøkuári, andlátið var. Skattsetingin fevnir um allar afturvendandi
inntøkur, somuleiðis inntøkur av teimum ognum, sum hin deyði hevur átt,
og sum annars eftir skattalógini eiga at verða tiknar við í skattleggjandi inn
tøkuna, tá tær verða seldar. Allar afturvendandi inntøkur verða skattaðar,
samstundis sum tær verða vunnar, eftir vanligu reglunum í skattalógini, men
vinningur av ognarsølu verður ikki skattaður, fyrr enn ognirnar verða seldar.
Eftirsitandi hjúnafelagin skal geva upp allar inntøkur hjúnanna í tí inntøkuári,
sum andlátið var. Inntøkan hjá tí deyða og inntøkan hjá eftirsitandi hjúna
felaganum verða álíknaðar hvør sær fyri inntøkuárið, tá andlátið var. Skatt
urin verður soleiðis útroknaður av hvørjari inntøku sær, og eftirsitandi
hjúnafelagin skal rinda skattin. Tá slík uppgerð fyri tann deyða er fyri
tíðarskeið styttri enn 12 mánaðir, skal verða roknað við eini inntøku, sum er
umroknað til 12 mánaðir, og skatturin skal verða goldin fyri tað tíðarskeið í
árinum, hin deyði hevur verið á lívi.
Hóast tað verður gjørd ein álíkning á inntøkuna hjá tí deyða og ein álíkning
á inntøkuna hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum, er tað eftirsitandi hjúnafelag
in, sum verður settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í inntøkuárinum,
andlátið var. Tað merkir, at hall, sum annar hjúnafelagin hevur av sínari
inntøku í inntøkuárinum, andlátið var, kann verða mótroknað í inntøkuni
hjá hinum hjúnafelaganum í inntøkuárinum, andlátið var. Hevur tann deyði
havt vinnuvirki og ognir, sum kunnu verða avskrivaðar, kunnu avskrivingar
eisini verða gjørdar fult út í deyðaárinum, um vinnuvirkið heldur fram.
Avskrivingarnar verða býttar millum tann deyða og eftirsitandi hjúnafelagan
í mun til tíðarskeiðið frá fyrst í árinum til andlátið og tað, ið eftir er av
árinum, eins og inntøkurnar frá vinnuvirkinum verða tað.
Eftirsitandi hjúnafelagin kemur skattliga fult og heilt í stað hins deyða.
Eftirsitandi hjúnafelagin, sum situr í óskiftum búgvi, hevur so statt somu
rættindi og somu skyldur, sum tann deyði hevði. Hetta merkir, at um talan er
um vinnuligan rakstur av einum og hvørjum slag, skal eftirsitandi hjúnafelagi
gera upp á sama hátt, sum hin deyði hevði gjørt, og verða allar ognir avskriv
2584