262
17.9. BÚGVIÐ KREVUR ENDALIGA ÁLÍKNING
Tá búgvið krevur endaliga álíkning fyri millumbilið (tíðarskeiðið frá seinast
er uppgjørt fyri eitt inntøkuár, vanliga frá 31. desember árið fyri andlátið og
til andlátið), skal búgvið boða skattavaldinum frá hesum og lata inn sjálv
uppgávu fyri hetta tíðarskeiðið. Fráboðanin og sjálvuppgávan skulu verða
latin skattavaldinum innan 6 mánaðir eftir andlátið. Um so er, at avgerðin,
hvussu búgvið skal verða viðgjørt, er tikin seinni enn 4 mánaðir eftir and
látið, skulu fráboðanin og sjálvuppgávan eftir § 14, stk. 4, jbr. stk. 3 í skatta
lógini verða sendir skattavaldinum seinast 2 mánaðir eftir tað, at avgerðin er
tikin. Verður freistin ikki hildin, missir búgvið rættin til at krevja endaliga
álíkning.
17.10. INNTØKUUPPGERÐIN HJÁ DEYÐSBÚGVI
§ 40, stk. 3 – 7 í skattalógini ásetur, hvussu inntøkan hjá deyðsbúgvi skal
verða gjørd upp. Ásett er har, at uppgerðin fevnir um allar inntøkur og allar
útreiðslur í tíðini frá deyðadegnum, og til tann endaliga uppgerðin viðvíkj
andi búnum verður gjørd. Er hetta tíðarskeiðið styttri enn 15 mánaðir,
verður tað at rokna sum eitt inntøkuskeið.
Er búgvið ikki skift innan 15 mánaðir, skal tað lata inn vanliga sjálvuppgávu
yvir inntøkur og útreiðslur í inntøkuárinum. Fyrsta inntøkuárið gongur tá
frá deyðadegnum til næsta 31. desember. Inntøkuuppgerðin hjá búnum skal
í hesum føri fylgja somu ásetingum, sum galda fyri skattskyldugar persónar.
Allar ognir í búnum verða avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli við
gjørdar, sum um búgvið hevði útvegað tær upprunaliga og fyri somu peninga
upphædd, sum tær í sínari tíð vóru útvegaðar fyri. Fyrr gjørdar avskrivingar
verða mettar, sum búgvið hevur gjørt tær. Vinningur og hall, sum koma fram
við at selja ognir í búnum, verða tald við, í tann mun vinningurin ella hallið
hevði verið talt við í inntøkuuppgerðini hjá tí deyða, um hann hevði skipað
søluna. Búgvið kemur so statt fult og heilt inn uppí skattligu støðuna hjá tí
deyða.
Vinningur og hall, sum koma fram av at selja ognir í búnum, verða tald við,
í tann mun vinningurin ella hallið hevði verið talt við í inntøkuuppgerðini
hjá tí deyða, hevði hann selt sjálvur.
Vinningur ella hall, sum kemur fram við at ognir, sum eru undir kapitalvinn
ingsskattalógini verða útlutaðar til hjúnafelaga, arvingar ella legatarar, skal