Føroyskur skattarættur - page 252

252
Treytin fyri at fáa
skattligan frádrátt fyri inngjøld
til ratueftirlønarskipanir er
tann sama, sum umrødd er frammanfyri viðvíkjandi skattligum frádrátti fyri
inngjøld til eftirlønarskipanir við stigvísum útgjøldum. Árligi frádrátturin til
lutaeftirlønarskipanir fyri árini 2010 og 2011 er avmarkaður til 100.000 kr.
Útgjøld
eftir einari ratueftirlønarskipan skulu eisini verða tald við í uppgerð­
ina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
Í rentutryggingarlógini eru heldur ongar avmarkingar ella ásetingar um, nær
útgjøldini kunnu byrja eftir einari ratueftirlønarskipan. Tað stendur tí pørt­
unum í slíkari avtalu frítt fyri at avtala, nær útgjøldini skulu byrja.
16.3.3. Kapitaleftirlønarskipanir
Ein kapitaleftirlønarskipan kann eftir rentutryggingarlógini antin vera ein
kapitaleftirlønartrygging eftir § 1B ella ein kapitaleftirlønarsamansparing
eftir § 1C.
Ein
kapitaleftirlønartrygging
er eftirlønarskipan, sum verður útgoldin við ein­
ari kapitalupphædd. Tryggingartakarin er tryggjaði og eigur tryggingina. Er
tryggingin stovnað sum ein avtala millum løntakara og arbeiðsgevara hans­
ara, og arbeiðsgevarin er tryggingartakari, skal løntakarin vera tryggjaði og
eiga tryggingina. Avtalan kann verða gjørd um, at tryggingarupphæddin bara
verður útgoldin, um tryggjaði livir, tá ið útgjalding skal fara fram eftir avtal­
uni. Tryggingin kann eisini verða stovnað sum ein andlátstrygging burturav.
Tryggingin kann harafturat verða sett saman við eini avlamisveiting.
Ein
kapitaleftirlønarsamansparing
er eftirlønarskipan í peningastovni, sum
verður útgoldin við einari kapitalupphædd. Í avtaluni skal verða tilskilað,
at kapitalurin við tilskrivaðum rentum o.ø. skal verða útgjoldin kontueigar­
anum. Avtalað skal vera um útgjalding, um kontueigarin doyr. Til kont­
una kann verða knýtt ein andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygg­
ing.
Treytin fyri at fáa
skattligan frádrátt fyri inngjøld
til kapitaleftirlønarskipanir
er, at eftirlønarskipanin skal vera stovnað, áðrenn eigarin er fyltur 60 ár
77
, at
eigarin hevur fulla skattskyldu til Føroya, og at árliga upphæddin til samans
frá eigara og møguliga arbeiðsgevara í mesta lagi er 25.000 kr., sum verður
77 Tá tað snýr seg um eina kapitaleftirlønartrygging eftir § 1B í rentutryggingarlógini, kann tó verða
stovnað eitt uppískoyti til eina verandi kaptialeftirlønartrygging aftaná tað, at tryggingartakarin er
fyltur 60 ár.
1...,242,243,244,245,246,247,248,249,250,251 253,254,255,256,257,258,259,260,261,262,...284
Powered by FlippingBook