Føroyskur skattarættur - page 250

250
16.3. EFTIRLØNARSKIPANIR SAMBÆRT
RENTUTRYGGINGARLÓGINI
Eftir rentutryggingarlógini verður skattligur frádráttur latin fyri inngjøld til
hesar eftirlønarskipanir:
1) Eftirlønarskipanir við stigvísum útgjøldum
2) Ratueftirlønarskipanir
3) Kapitaleftirlønarskipanir
16.3.1. Eftirlønarskipanir við stigvísum útgjøldum
Ein eftirlønarskipan við stigvísum útgjøldum er eftir § 1 í rentutryggingarlóg­
ini ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin stigvíst, og sum fellur burtur, tá
ið tann, sum hevur rætt til eftirlønina, doyr. Slíkar eftirlønir eru: lívrenta,
eftirsiturenta, avlamisrenta, eftirlønartrygging o.tíl. rentutryggingar.
Sum rentutrygging verður roknað arvarenta treytað av, at í tryggingarskjal­
inum er ikki tilskilað tí, sum kann fáa veitingarnar útgoldnar, rætt til at velja
ímillum lutaútgjalding ella kapitalútgjalding. Tryggingartakarin er tryggjaði
og eigur tryggingina. Er tryggingin stovnað sum avtala millum løntakara og
arbeiðsgevara hansara, og arbeiðsgevarin er tryggingartakari, skal løntakarin
verða tryggjaði og eiga tryggingina.
Treytin fyri at fáa
skattligan frádrátt fyri inngjøld
til eftirlønarskipanir við stig­
vísum útgjøldum er, at eigarin hevur fulla skattskyldu til Føroya. Einki
aldursmark er fyri, nær ein eftirlønarskipan við stigvísum útgjøldum kann
verða gjørd, tó er tað so, at tað ber ikki til at gjalda inn á eina eftirlønarskipan,
um byrjað er at gjalda út av somu skipan. Árligi frádrátturin tilsamans fyri
lutaeftirlønarskipanir er avmarkaður til 100.000 kr. fyri árini 2010 og 2011.
Loyvt er ikki at rinda meira enn 100.000 kr. tilsamans til lutaeftirlønarskipanir
í 2012 og 2013.
Er tíðarskeiðið fyri inngjøldini hinvegin styttri enn 10 ár, skulu inngjøldini
verða drigin frá í 10 ár, við 1/10 um árið. Verður inngjaldið hækkað, tá ið
eftirverandi tíðarskeiðið er styttri enn 10 ár, skal frádrátturin fyri hækkingina
á sama hátt verða drigin frá yvir eitt 10 ára tíðarskeið. Doyr tann, ið eigur
eftirlønarskipanina, áðrenn liðugt er at draga frá fyri inngjøldini, kann
eftirsitandi hjúnafelagin halda fram við slíkum frádráttum, tó treytað av, at
hann livdi saman við eigaranum, tá hann doyði.
Einsinnisinngjøld (kapitalinngjøld) til eftirlønarskipan
við stigvísum útgjøld
1...,240,241,242,243,244,245,246,247,248,249 251,252,253,254,255,256,257,258,259,260,...284
Powered by FlippingBook