242
veita frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum persóni við upp
hædd, sum svarar til tann inntøkuskatt, ið goldin er í øðrum norðurlan-
di. Frádrátturin skal tó ongantíð fara upp um tann lutfalsliga partin av
føroyska skattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið viðvíkur uttan-
landsinntøkuni (kredittlinking).
b. tá inntøkan
bara kann
verða skattað í øðrum landi, kunnu Føroyar írokna
hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum draga
frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum
stavar frá hinum norðurlandinum (eksemptión við progressjónsfyrivarni).
c. tá talan er um lønarinntøku vegna persónligar tænastur eftir grein 15,
stk. 1 ella grein 21, stk. 7, litra a, og inntøkan kann verða skattað í øðrum
norðurlandi, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið,
men skulu í føroyska skattinum draga frá tann partin av inntøkuskatt
inum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum norðurland
inum (eksemptión við progressjónsfyrivarni, eins og undir pkt. b).
Tá talan er um inntøkur eftir grein 15, stk. 1 og grein 21, stk. 7, litra a er so
statt ásett, at eksemptión við progressjónsfyrivarni verður nýtt, hóast tað ikki
er ásett, at inntøkan bara kann verða skattað í hinum landinum.
Sambært protokol frá 23. september 1996 er ásett, at sáttmálabundnu ríkini
kunnu skifta til annan linkingarhátt enn tann, sum er ásettur í grein 25.
Danmark hevur við gildi frá 1. januar 2000 avtikið grein 25, stk. 1, litra c,
soleiðis at meginreglan, sum er kredittlinking, eisini er galdandi fyri inntøku,
sum er undir grein 15, stk. 1 og grein 21, stk. 7, litra a. Tó er í internari
danskari lóggávu ásett, at eksemptiónslinkingarhátturin er galdandi fyri per
sónar, sum eru heimahoyrandi í Danmark, og sum eru undir reglunum um
sosiala trygd í hinum norðurlendsku arbeiðslondunum, t.e. Finnlandi,
Íslandi, Noregi ella Svøríki í sambandi við, at persónar vinna inntøku og
rinda sosial avgjøld í hesum londum. Hesir persónar fáa so statt eksemptións
linking, um teir rinda sosial gjøld í arbeiðslandinum“.
Ein rættiliga nágreinilig gjøgnumgongd av Norðurlendska tvískattaavtaluni
er gjørd í Vegleiðingarskrivi hjá Toll- og Skattaráð Føroya. Vegleiðingar
skrivið stendur á heimasíðuni hjá TAKS á
.
Vert er at geva gætur, at umframt sjálva avtaluna, kunnu verða avtalaðar
protokollir, sum eru at rokna sum partur (útgreinandi ískoyti) av avvarðandi
skattaavtalu.