238
Sum dømi um frádráttir, sum hava samband við ávísa inntøku, kunnu verða
nevndir fiskimannafrádráttur og sjómansfrádráttur eftir § 25 a og § 25 b í
skattalógini.
Eisini samdøgursfrádrátturin eftir § 33, nr. 12 í skattalógini hevur beinleiðis
samband við ta inntøku, sum verður vunnin í útlandinum.
Tá talan er um frádráttir, sum hava samband við ávísa inntøku, men hesir
frádráttir hava samband við bæði føroyska og útlendska inntøku, skulu hesir
frádráttir verða býttir lutfalsliga á tær ávísu bruttoinntøkurnar.
Sum dømi um frádráttir, sum ikki hava samband við ávísa inntøku, og sum
tí ikki skulu verða drignir frá uttanlandsinntøkuni, kann verða nevnt gjald til
eftirlønarskipan. Frádráttur fyri slíkt gjald skal tí sum útgangsstøði ikki verða
drigin frá uttanlandsinntøkuni, sum linking skal verða givin fyri.
Dømi:
Føroysk inntøka:
46.836 kr.
Grønlendsk inntøka:
301.806 kr.
Eftirlønarfrádráttur:
-30.000 kr.
Skattskyldug inntøka í Føroyum:
318.642 kr.
Skattur av hesum:
150.022 kr.
Eftirlønarfrádrátturin verður ikki drigin frá útlendsku inntøkuni, og avslátt
urin verður tí, tá ið linkingarhátturin er eksemptión við progressjónsfyri
varni:
linking: 150.022 × 301.806
318.642
= 142.114 kr.
15.7. TÁ FØROYSKA INNTØKAN ER NEGATIV
Um so er, at tann føroyska inntøkan er negativ, skal tann negativa upphæddin
verða mótroknað í útlendskari inntøku, áðrenn linking verður roknað.
Hevur skattgjaldarin fleiri útlendskar inntøkur, skal negativa upphæddin
verða býtt lutfalsliga á tær útlendsku nettoinntøkurnar. Nettoinntøkan, sum
her skal verða nýtt, er inntøkan lækkað teir frádráttir, sum hava samband við
inntøkuna.