232
bústaðarland, tí skattgjaldarin býr í Føroyum, og Grønland sum kelduland, tí
inntøkan kemur úr grønlendskari keldu. Spurningurin í hesum føri er,
hvussu sleppast kann undan tvískatting, og hvussu rætturin at skatta hesa
inntøku skal verða býttur ímillum bústaðarlandið Føroyar og keldulandið
Grønland.
Altjóða tvískatting kann í øðrum lagi vera, tá ein einstaklingur ella løgfrøðilig
ur persónur hevur bústað (skattligan heimstað) í meira enn einum landi. Tá
kann skattgjaldarin hava fulla skattskyldu til tvey ella fleiri lond samstundis.
Altjóðatvískatting kann í triðja lagi vera, tá ein skattgjaldari, sum hevur bú
stað (skattligan heimstað) í einum landi, hevur virkið við føstum rakstrar
staði í einum øðrum landi, og hetta fasta rakstrarstaðið hevur rentuinntøkur
úr triðja landi.
Altjóðatvískatting kann í fjórða lagi vera, tá tvey ella fleiri lond hava ymiska
uppfatan av faktiskum umstøðum ella skattligum hugtøkum. Sum dømi
um hetta kann verða nevnt, at í Føroyum er eitt samløguíognarfelag
(kommanditselskab) eitt sjálvstøðugt skattasubjekt eftir § 1, stk. 1, nr. 8 í
skattalógini. Í Danmark og fleiri øðrum londum eru tey ikki sjálvstøðug
skattasubjekt.
Slík viðurskifti kunnu gera tað trupult at røkka málinum um størri altjóða
búskaparligt samstarv tvørtur um landamørk. Fyri at bøta um hesar trupul
leikar er vanligt at londini gera sínámillumavtalur um at sleppa undan tví
skatting. Talan er sum meginregla um tvílanda – bilateralar – avtalur um at
avtaka at tvískatta inntøku og ogn. Norðurlond, har ímillum Føroyar, men
ikki Grønland, hava tó gjørt avtalu sínámillum – mulitlaterala avtalu – um at
avtaka dupultskatting. Talan er um fólkarættarligar avtalur, sum eru bind
andi fyri stjórnarvaldið hjá sáttmálalondunum.
Londini um okkara leiðir byggja sum oftast tvískattaavtalurnar á eina fyri-
myndaavtalu, sum altjóðasamstarvsfelagsskapurin OECD (Organisation for
Economic Co-operation and Development) hevur gjørt. Leisturin hjá hesi
fyrimyndaavtalu er at geva bústaðarlandinum (domicillandinum) framíhjá-
rætt at skatta inntøkurnar uttan so, at tað er beinleiðis ásett, at keldulandið
hevur henda rættin.
Orðingar, sum áseta, nær ávikavist keldulandið og bústaðarlandið skal siga frá
sær skattarættin