Føroyskur skattarættur - page 227

227
14. Tonsaskattur
Tonsaskattaskipanin snýr seg um, at feløg verða skattað av hvussu nógv
nettotons av skipum, tey hava havt til taks í einum skattaári, í staðin fyri av
yvirskoti, uppgjørt eftir skattalógini.
Einans partafeløg og smápartafeløg, sum hava fulla skattskyldu til Føroya og
sum reka reiðaravirksemi, ið er ásett í §§ 4 og 5 í løgtingslóg um skatt av
reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin), kunnu gera skattskyldugu inntøkuna
viðvíkjandi hesum virksemi upp eftir hesi lóg. Umráðandi er tí at seta seg væl
inn í ásetingarnar í umrøddu lógargreinum.
Felag, sum vil koma undir tonsaskattaskipanina, skal skrivliga boða TAKS frá
hesum í seinasta lagi samstundis, sum freistin at lata sjálvuppgávu inn gong­
ur út fyri tað inntøkuárið, ið skattingin skal viðvíkja.
Eitt felag, sum fer undir at nýta tonsaskattaskipanina, skal lata øll skip og
aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, vera
í tonsaskattaskipanini.
Kjarnin í tonsaskattaskipanini er, at hon fevnir um tann partin av reiðarívirk­
semi, sum snýr seg um at flyta fólk og farm og atknýtt virksemi, t.d. inntøkur
frá bingjuútleigu. Í staðin fyri at skattskylduga inntøkan verður gjørd upp
eftir vanligu reglunum í skattalógini, verður skattskylduga inntøkan roknað
eftir tí nettotonsatali, sum reiðaríini hava havt til taks í inntøkuárinum.
Eftir § 12 í tonsaskattalógini verður skattskylduga inntøkan gjørd upp
grundað á nettotonsatalið fyri hvørt skipið fyri hvørji 100 nettotons (NT)
fyri hvørt samdøgur, sum skipið hevur verið í rakstri ella ikki:
Upp í 1.000 NT:
6 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT:
4 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT:
3 kr. fyri hvørji 100 NT
Yvir 25.000 NT:
1 kr. fyri hvørji 100 NT
Skipini skulu vera minst 100 bruttotons (BT) fyri at koma undir tonsaskatt.
Skipanin fevnir um skip, sum feløg eiga og leiga, antin tað so er við manning
(time-charter) ella við ongari manning (bareboat-charter). Tað er ikki krav, at
skipini eru skrásett í Føroyum. Munurin er m.a., at eru skip skrásett í
Føroyum, so gerst útlendska manningin avmarkað skattskyldug í Føroyum.
1...,217,218,219,220,221,222,223,224,225,226 228,229,230,231,232,233,234,235,236,237,...284
Powered by FlippingBook