Føroyskur skattarættur - page 218

218
eigaran, sum ognarsøla til felagið fyri yvirprís, sum ognarkeyp frá felagnum
fyri undirprís, við at lata felagið rinda privatar útreiðslur fyri eigaran ella við
at lata felagið veita eigara avsláttur.
Avleiðingarnar av tí, at líkningarmyndugleikarnir gera av, at talan er um
krógvað vinningsbýti, kunnu vera, at inntøkan hjá felagnum ella hjá avvarð­
andi eigara verður hækkað, ella at bæði inntøkan hjá felag og eigara verður
hækkað.
12.1. LØN ELLA TANTIEME TIL EIGARAN
Í Føroyum er galdandi ein meginregla um fult frælsi at gera avtalur uttan so,
at avtalan gongur ímóti lóg og sóma.
Avtalur millum eitt vinnufelag og eigaran, at eigarin arbeiðir fyri felagið og
fær samsýning fyri hetta arbeiði, ganga ikki ímóti lóg. Líkningarvaldið skal tí
virða tær avtalur, sum eitt felag og eigari gera um samsýning fyri arbeiðsavrik.
Hetta merkir hinvegin ikki, at líkningarvaldið altíð skal góðtaka avtalaðu
lønarupphæddina. Er tað so, at stjóri, sum eisini eigur felagið ella er
høvuðspartaeigari í felagnum, fær útgoldna eina løn, sum ikki svarar til virðið
á tí arbeiði, hann hevur gjørt fyri felagið, kann henda løn ella partur av
lønini, verða roknað sum krógvað vinningsbýti.
Avleiðingin, at lønin ella partur av henni verður roknað sum krógvað
vinningsbýti, er
fyri felagið
, at tað fær ikki loyvi at draga upphæddina frá sum
rakstrarkostnað. Tí hækkar skattskylduga inntøkan hjá felagnum. Avleiðing­
in
fyri eigaran
er, at skattskylduga lønarinntøkan kann verða minkað ta upp­
hædd, sum verður roknað sum vinningsbýti, men at hann ábyrgist fyri, at
skattur verður goldin av vinningsbýtisupphæddini.
Tá líkningarvaldið metir, um lønin til eigaran svarar til virðið á tí arbeiði,
hann hevur gjørt fyri felagið, verður samanborið við lønina, sum onnur, ið
ikki eru eigarar, fáa fyri meinlíkt arbeiði í sama felag ella hjá øðrum
arbeiðsgevarum. Tá mett verður um, um talan er um krógvað vinningsbýti
ella ikki, verður t.d. eisini hugt at, um avsett vinningsbýti og aðrar avsetingar
hjá felagnum rímiliga forrenta eginpeningin.
Sí t.d.
Landsskattanevndaravgerð j. nr. 6/92
, har líkningarvaldið sýtti at góðkenna
eina avseting hjá einum partafelag 626.387,98 kr. til tantieme. Líkningarvaldið
metti, at einans 300.000,00 kr. kundu verða góðkendar sum tantieme, og at alt hitt
326.387,98 kr. skuldi verða roknað sum útlutað vinningsbýti. Grundgevingin hjá
1...,208,209,210,211,212,213,214,215,216,217 219,220,221,222,223,224,225,226,227,228,...284
Powered by FlippingBook