214
Hava feløg eftir hetta framvegis
hall í árinum
, ella hava ónýtt hall frá tíðar
skeiðum
undir samskatting
, skulu hesi hall mótroknast i egnari kapital
vinningsinntøku í árinum, eftir at ónýtt kapitalvinningshall frá eldri árum og
ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting eru frádrigin í kapitalvinn
ingsinntøkuni í árinum.
Eru tað eftir hetta feløg í samskattingini, ið hava avlop, og feløg, ið hava hall,
undir hesum hall í árinum og ónýtt hall frá tíðarskeiðum
í samskatting
, skal
samlaða hallið, í tann mun tað kann rúmast í samlaða avlopinum, býtast lut
falsliga millum feløgini, ið hava avlop.
Um feløg endaliga eftir hetta hava hall í árinum ella hava ónýtt hall frá tíðar
skeiðum
undir samskatting
, skulu hesi hall førast fram til mótrokning í eftir
fylgjandi inntøkuárum á sama hátt sum tilskilað frammanfyri í 5., 6. og 7.
brotið.
Fær eitt samskattað felag í einum ári neyðskuldarsemju ella skuldareftirgeving,
ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verður avmarkingin
eftir § 33, nr. 5b í skattalógini bara framd í felagsins egna halli. Hevur felagið
framvegis hall í árinum ella hevur tað hall frá tíðarskeiðum undir samskatting,
kunnu hesi hall mótroknast í samskattingarinntøkuni, sum ásett omanfyri í
5., 6. og 7. brotið.
Felag, sum fer úr samskattingini, varðveitir egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum
áðrenn samskatting og egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum undir samskatting.
Skattakrøv og rentur verða kravd frá móðurfelagnum og afturgjaldingar
verða goldnar móðurfelagnum, hóast krøvini stava frá roknskaparári, áðrenn
samskatting er byrjað.
Dóttirfeløg, sum nýta hall hjá móðurfelagnum ella nýta hall hjá øðrum
dótturfeløgum, skulu átaka sær at gjalda eina upphædd til móðurfelagið,
sum svarar til skattaprosentið sambært § 5 í ásetingarlógini av nýttu hall
unum. Móðurfelagið skal átaka sær at gjalda upphædd til dótturfeløg, sum
hava latið hall frá sær, sum svarar til skattaprosentið eftir § 5 í ásetingarlógini
av nýttu hallunum hjá hesum feløgum. Dótturfeløg, hvørs inntøkuskattur
verður goldin av móðurfelagnum, skulu átaka sær at gjalda eina upphædd
aftur til móðurfelagið, sum svarar til inntøkuskattin, sum móðurfelagið rinda
vegna dótturfeløgini. Gjøldini skulu vera goldin ella skuldskrivað í seinasta
lagi 1. oktober í árinum eftir inntøkuárið. Hesi gjøld hava ongar skattligar
avleiðingar fyri feløgini í samskattingini.