Føroyskur skattarættur - page 204

204
Tað serliga við at kloyva í deildir er, at tann parturin, sum verður tikin burturfrá,
skal kunna virka sum egin fyritøka við egnari fígging á sama hátt, sum vit kenna
tað frá flyting av ognum millum feløg. Ein partur av kanningararbeiðinum hjá
skattamyndugleikunum er at meta um, hvørt kravið um kloyving í deildir er
uppfylt. Er kravið ikki uppfylt, eigur kloyvingin ikki at kunna verða skattafrí.
Um innskjótandi felagið heldur uppat, tá klovið verður (fullkomin kloyving),
verða allar ognir felagsins fluttar til tvey ella fleiri móttakandi feløg. Tá er ikki
krav um, at tær ognir og skyldur, ið verða fluttar í sambandi við kloyvingina,
skulu virka sum egin fyritøka. Hetta slagið av kloyving verður ofta brúkt til
at kloyva holdingfeløg.
Felags fyri bæði sløg av kloyving er, at móttakandi feløgini kunnu vera feløg,
sum eru til frammanundan ella feløg, sum verða stovnað í sambandi við
kloyvingina.
Skattligi virknaðurin av kloyving er hin sami sum við samanlegging, tað vil
siga successión, bæði á partaeigara- og felagsstigi. Samsýnandi partabrøvini
verða viðgjørd á sama hátt sum partabrøvini í innskjótandi felagnum, tá ið
tað snýr seg um útveganarvirði og útveganardag. Móttakandi felagið heldur
fram við skattligu virðunum hjá innskjótandi felagnum viðvíkjandi út­
veganarvirði, útveganardegi, avskrivingargrundarlagi og avskrivingum. Skatt­
lig hall at føra fram verða harafturímóti ikki førd yvir í móttakandi felagið.
Skattahall í innskjótandi felag, ið heldur uppat, fellur burtur (uttan so at
feløgini eru samskattað), ímeðan skattahall í innskjótandi felagnum, tá klovið
verður í deildir, heldur fram óávirkað av kloyvingini. Stava skattlig hall har­
afturímóti frá samskattaðum feløgum, er meginreglan, at skattahall, sum
stava frá tí tíðarskeiðinum, tá ið feløgini vórðu samskattað, halda fram eftir
kloyvingina.
Loyvi krevst sum meginregla frá TAKS at fremja skattafría kloyving. Men til
ber at kloyva skattafrítt uttan loyvi, tá ávísar treytir kunnu lúkast.
9.4.1. Treytir
9.4.1.1. Skattafrí kloyving við loyvi
Loyvi krevst, tá
- ein minnilutaparteigari í innskjótandi felagnum verður meirilutapartaeigari
í einum móttakandi felagi. Hetta er fyri at fyribyrgja, at innskjótandi felagið
við ásetingunum um skattafría kloyving uttan loyvi skattafrítt avhendar
partabrøv til triðjapart.
1...,194,195,196,197,198,199,200,201,202,203 205,206,207,208,209,210,211,212,213,214,...284
Powered by FlippingBook