199
Grein kloyving
Eftir
A
Fyri
Innskjótandi
Innskjótandi Móttakandi
Eftir vinnufelagslóggávuni skulu avgerðir um kloyving ella samanlegging
sum meginregla verða tiknar á aðalfundinum. Eitt felag, sum er undir trota
búsviðgerð, kann tó ikki verða klovið ella lagt saman við øðrum felag. Er
felagið undir avtøku, kann kloyving ella samanlegging heldur ikki fara fram,
um so er, at útluting til eigararnar er byrjað.
Vinnufelagslóggávan ásetur nógv krøv, eitt nú tíðarfreistir, sum skulu verða
loknar í sambandi við kloyving ella samanlegging. Tað verður ikki komið
meiri inn á hesar ásetingar uttan tað, at nevnt kann verða, at nevndirnar í
hesum feløgum skulu gera eina felags koyvingar- ella samanleggingarætlan og
kloyvingar-ella samanleggingarfrágreiðingar fyri hvørt felagið, sum skulu
verða latnar inn til Skráseting Føroya. Fyri at kunna lúka lógarásettu krøvini
til innihaldið í nevndu ætlan og frágreiðingum, er t.d. neyðugt við metingar
frágreiðingum frá óheftum metingarmanni. Í smápartafeløgum er tó ikki
neyðugt at gera ætlan ella frágreiðing, um eigararnir eru samdir um hetta.
Áður er víst á, at § 21, stk. 4 í skattalógini ásetur, at partafelag skal yvirtaka
ognir frá verandi virki til handilsvirðið. Tá feløg verða klovin ella løgd saman,
hendir, sum nevnt frammanfyri, tað, at ognir verða avhendar millum feløg.
Skattliga meginreglan er tí tann, at kloyving ella samanlegging hevur við sær
endaliga álíkning viðvíkjandi tí innskjótandi felagnum og eigarunum í hesum
felag.
Av tí at handilsvirðið á ognunum ofta er hægri enn útveganarvirðið, og skatt
liga bókaða virðið (skattliga avskrivingarsaldan) er lægri enn útveganarvirðið,
kann kloyvingin ella samanleggingin hava við sær, at realiseraður verður
vinningur, sum skal verða taldur við í skattskyldugu inntøkuna hjá innskjót
andi felagnum, umframt at felagið skal inntøkuføra afturvunnar avskrivingar,
sum útloysa skattseting.
Av tí at kloyving ella samanlegging kann hava við sær avtøku av innskjótandi
felag, fer skattingin tá fram eftir § 21, stk. 2 í skattalógini, sum ásetur, at
A
B