Føroyskur skattarættur - page 207

207
207
9.4.2. Innskjótandi felagið
Um innskjótandi felagið heldur uppat í sambandi við kloyvingina, verður
vanlig endalig skattaálíkning gjørd fyri felagið fyri inntøkuna í tíðarskeiðinum
frá seinastu vanligu skattaálíkningini og til kloyvingardagin. Realisatións­
skatting fer ikki fram av tí ogn og skuld, sum verður flutt til móttakandi
felagið, um móttakandi felagið succederar í støðuna hjá innskjótandi felag­
num í mun til hesa ogn og skuld.
Endalig skattaálíkning verður ikki gjørd, um innskjótandi felagið ikki heldur
uppat sum avleiðing av kloyvingini. Soleiðis verður innskjótandi felagið ikki
realisatiónsskattað, tá ið ognir og skuld verða flutt til móttakandi felagið.
Heldur eitt innskjótandi felag ikki uppat sum avleiðing av kloyvingini, hevur
innskjótandi felagið skyldu at lata sjálvuppgávu inn eftir kloyvingina.
9.4.3. Móttakandi felagið
Skeringsdagurin, ið verður valdur fyri flyting av ognum og skuld frá innskjót­
andi til móttakandi felagið (kloyvingardagurin), skal vera tann sami sum rokn­
skaparárið hjá móttakandi felagnum. Um talan er um nýstovnað felag, skal
kloyvingardagurin vera tann sami sum byrjunarstøðan hjá móttakandi felag­
num. Verður kloyvingin framd til eitt verandi felag, skal kloyvingardagurin vera
tann sami sum byrjunardagurin í roknskaparárinum hjá móttakandi felagnum.
Móttakandi felagið kemur sum meginregla í skattligu støðuna hjá inn­
skjótandi felagnum í mun til yvirtikna ogn og skuld. Ognarlutir, sum inn­
skjótandi felagið eigur, verða í sambandi við uppgerðina av skattskyldugu
inntøkuni hjá móttakandi felagnum roknaðir sum fingnir til vega av hesum
samstundis, sum innskjótandi felagið ognaði sær teir og fyri somu upphædd,
sum hetta felagið læt fyri teir. Møguligar skattligar avskrivingar og niður­
skrivingar upp á vørugoymslu verða mettar sum gjørdar av móttakandi
felagnum.
Eitt móttakandi felag kann einans yvirtaka tann partin av avskrivingum,
niðurskrivingum og avsetingum, sum viðvíkja ognum, sum í roynd og veru
verða yvirtiknar. Fyri at avgera, hvør støðan hjá móttakandi feløgunum
verður, er í sambandi við kloyving tí neyðugt at staðfesta skattligu støðuna
hjá innskjótandi felagnum í mun til alla ogn, sum verður yvirtikin.
Hevur móttakandi felagið partabrøv í innskjótandi felagnum, skal vinningur
ella tap, sum stendst av, at hesi partabrøv verða ógildað, ikki takast við, tá ið
felagið verður sett í skatt.
1...,197,198,199,200,201,202,203,204,205,206 208,209,210,211,212,213,214,215,216,217,...284
Powered by FlippingBook