Føroyskur skattarættur - page 205

205
- tøk samsýning fyri dótturfelags- ella samtakspartabrøv skattafrítt verður út­
goldin til felagspartaeigarar. Hetta er fyri at forða fyri, at skattskyldug søla av
fyritøkum o.a. ístaðin verður framd sum skattafrí kloyving.
- ræðið á innskjótandi felagnum er uttanlands.
9.4.1.2. Skattafrí kloyving uttan loyvi
Tá kloyving fer fram
uttan loyvi
, eru avmarkingar viðvíkjandi avhending av
partabrøvunum í eitt tíðarskeið á trý ár, roknað frá viðtøkuni av kloyvingini.
Henda avmarkingin, sum eisini verður nevnd
holdingkravið
, er einans gald­
andi fyri feløg, sum eftir kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av partabrøv­
unum í einum av teimum feløgunum, sum luttóku í kloyvingini (t.v.s. bæði
innskjótandi og móttakandi feløg). Hví hendan avmarking er sett inn í lóg­
ina, tykist ógreitt, tí eitt trý ára mark finst ikki longur í føroyskari skatta­
lóggávu viðvíkjandi avhending av partapeningi.
Loyvt er tó at avhenda partabrøvini í trý ára tíðarskeiðinum, um hetta verður
gjørt í sambandi við
skattafría umskipan
uttan kontanta samsýning. Í tílíkum
førum verður upprunaliga trý ára bindingin flutt til tey partabrøv, sum verða
útvegað í sambandi við komandi umskipan(ir). Endamálið við undantakinum
er millum annað at tryggja møguleika fyri, at kloyving kann fara fram eftir
partabrævaumbýti – ella umvent.
Um ein felagsluttakari, sum eftir kloyvingina eigur partabrøv í einum av
luttakandi feløgunum, avhendar partabrøvini í einum av feløgunum, åðrenn
eitt tíðarskeið á trý ár er liðið, eftir at kloyvingin er samtykt, skal hann boða
TAKS frá hesum í seinasta lagi ein mánað eftir avhendingina.
Vert er at geva gætur, at ein avhending kann bæði verða sjálvboðin og tvungin.
Viðtøkubroytingar kunnu verða javnsettar við sølu/avhending, um tær
broyta lutfalsliga ognarbýtið og við hesum fíggjarligu rættindini millum
partaeigararnar, eitt nú broytt rættindi til vinningsbýti, lutallið til vinningsbýti
ella tað at fastfrysta kursvirðið fyri ein part av partabrøvunum.
Virðið á tillutaðu partabrøvunum ella innskotsprógvunum við ískoyti av
møguligari tøkari javnandi samsýning skal samsvara við handilsvirðið á
fluttari ogn og skuld. Eisini skal lutfallið millum ogn og skuld, ið verður flutt
til móttakandi felagið, sansvara við lutfallið millum ogn og skuld í inn­
skjótandi felagnum. Haraftrat skal tøk samsýning ikki latast felagsluttakarum,
sum kunnu móttaka skattafrían vinning av partabrøvunum í innskjótandi
felagnum. Ymiskar meiningar kunnu vera um handilsvirðið á partabrøvunum
1...,195,196,197,198,199,200,201,202,203,204 206,207,208,209,210,211,212,213,214,215,...284
Powered by FlippingBook