Føroyskur skattarættur - page 215

215
11.2. UMSÓKN OG UPPLÝSINGARSKYLDA
Umsókn um loyvi til samskatting skal vera skrivlig og verða latin TAKS í
seinasta lagi saman við sjálvuppgávum og roknskapum hjá teimum feløgum,
sum skulu vera við í samskattingini, og ikki seinni enn 1. juli í árinum aftaná
tað, at fyrsta roknskaparskeiðið, sum samskattingin viðvíkur, endar.
Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørji feløg skulu verða fevnd av samskatt­
ingini. Skulu onnur feløg vera við í samskattingini eftir at fyrsta inntøkuárið
er endað, skal skrivlig umsókn latast TAKS um hetta í seinasta lagi 1. juli árið
eftir inntøkuárið, sum samskattingin viðvíkur, endar.
Fer eitt felag úr samskattingini, skal móðurfelagið í samskattingini skrivliga
boða TAKS frá hesum áðrenn freistin fyri rættstundis innlating av sjálv­
uppgávu fyri inntøkuárið, sum serskatting viðvíkur, gongur út.
Loyvi verður ikki givið til samskatting, um eitt av feløgunum, sum koma
undir samskattingina, er undir trotabúsviðgerð. Kemur felag, sum er við í
samskatting, undir trotabúsviðgerð, verður samskattingin hesum felag við­
víkjandi slitin við gildi fyri roknskaparskeiðið, tá freistdagurin sambært § 1 í
konkurslógini er.
Saman við umsóknini skulu verða latin skjalprógv, sum sanna áðurnevndu
krøv um eigaraskap, og sum sanna, at feløgini eru ikki undir trotabúsviðgerð.
Samskattað feløg skulu á hvørjum ári upplýsa um ognarviðurskiftini hjá sam­
skattaðu feløgunum í roknskapi ella serstøkum skjali, sum skal verða lagt við
sjálvuppgávuni.
11.3. SAMSKATTING ENDAR
Vilja feløgini, at samskattingin skal enda, skulu tey geva TAKS boð um hetta
í seinasta lagi áðrenn freistin fyri rættstundis at lata inn sjálvuppgávuna fyri
tað roknskaparárið, sum serskatting skal byrja, er farin. Loyvi at taka upp af-
tur samskatting í slíkum føri verður ikki givið.
At enda skal verða gjørt vart við, at feløg, sum gera inntøkuna upp eftir ton-
saskattalógini, kunnu ikki verða samskattað við onnur feløg. Undirstrikast
skal harafturat, at tað einans er inntøka uppgjørd sambært skattalógini, sum
kann samskattast.
1...,205,206,207,208,209,210,211,212,213,214 216,217,218,219,220,221,222,223,224,225,...284
Powered by FlippingBook