Føroyskur skattarættur - page 220

220
Sum dømi um slíkar privatar útreiðslur, kunnu verða nevndar útreiðslur til
privata ferðing, útreiðslur til privat hátíðarhald, sponsorering til t.d. ítrótta­
felag, sum eigarin er formaður fyri o.s.fr. Hevur felagið rindað slíkar útreiðsl­
ur fyri
næstu skyldfólk
hjá einum eigara, kunnu tær eisini verða roknaðar sum
krógvað vinningsbýti, sum er útlutað eigaranum.
Avleiðingin fyri felagið er, at skattskylduga inntøkan hjá felagnum verður
hækkað samsvarandi.
Í
landsskattanevndaravgerð j. nr. 27/1992
, staðfesti nevndin avgerð hjá líkningarvald­
inum at sýta einum partafelag at útreiðsluføra rakstrarkostnað til ein persónbil við
teirri grundgeving, at koyringin við privatbilinum ikki var neyðug og hevði ikki
natúrligt tilknýti fyri at tryggja inntøkuna hjá partafelagnum. Líkningarvaldið vísti
á, at tann persónur, sum sambært roknskaparskjølunum hevði kvittað fyri ta størstu
bensinnýtsluna, var høvuðspartaeigarin. Talan var tí um, at partafelagið hevði fíggjað
útreiðslur til ein bil, sum var felagnum óviðkomandi, men sum hinvegin var komin
høvuðspartaeigaranum til góðar. Hesin ágóði varð tí mettur sum krógvað útluting til
høvuðspartaeigaran.
Líkningarvaldið vísti í hesummáli á, at talan er um krógvað vinningsbýti ella útlutan, tá:
1) ágóði verður fluttur úr felagnum til høvuðspartaeigara,
2) áhugafelagsskapur er millum felagið og høvuðspartaeigara, og
3) dispositiónin stendst av hesum áhugafelagsskapi.
Í hesum máli eru persónbilaútreiðslurnar bara við í roknskapinum hjá partafelag­
num, tí tann, ið fær ágóðan, høvuðspartaeigarin, vegna sína avgerandi ávirkan í
felagnum, hevur fingið felagið at tikið á seg hesar útreiðslur. Av hesi grund kunnu
útreiðslurnar til persónbilin ikki verða drignar frá í roknskapinum hjá felagnum,
men skulu verða roknaðar sum krógvað vinningsbýti til høvuðspartaeigaran.
Í
avgerð hjá Landsskattakærunevndini frá 05.10.1999 (mál. nr. 99S01-0013)
hevði
skattgjaldari kært um, at líkningarvaldið hevði sett hann í skatt av
ferðum, sum kona
hansara
hevði gjørt fyri arbeiðsgevara hansara. Landsskattakærunevndin gav kærar­
anum viðhald við teirri grundgeving, at konan var við í arbeiðsørindum fyri
arbeiðsgevaran hjá manninum.
12.5. FELAGIÐ VEITIR EIGARANUM AVSLÁTTUR
Í teimum førum, eitt felag selur eigaranum vørur ella tænastur við einum av­
sláttri, sum onnur viðskiftafólk ikki fáa, kann líkningarvaldið gera av, at
slíkur avsláttur skal verða roknaður sum krógvað vinningsbýti, ið felagið veit­
ir eigaranum. Er tað so, at øll onnur starvsfólk hjá felagnum fáa sama avslátt­
ur, verður avslátturin vanliga ikki roknaður sum krógvað vinningsbýti hjá
eigaranum.
1...,210,211,212,213,214,215,216,217,218,219 221,222,223,224,225,226,227,228,229,230,...284
Powered by FlippingBook