211
211
10. At flyta ognir skattafrítt ímillum feløg
Lógin um skattafría samanlegging loyvir eisini skattafrítt at flyta ognir mill
um feløg.
Treytir og annað um slíkar flytingar er ásett í §§ 12 og 13 í lógini.
Eftir § 12 eru tað einans partafeløg og smápartafeløg, sum eru skrásett í
Føroyum, og sum ikki verða roknað sum
glærar eindir
(
transparent feløg
verða
ikki roknað sum sjálvstøðug skattasubjekt), ið hava loyvi at flyta ognir skatta
frítt til annað felag. Tá partafeløg og smápartafeløg, sum eru skrásett i
Føroyum eru sjálvstøðug skattasubjekt, er hendan ásetingin í lógini óneyðug.
Flytingarnar kunnu verða gjørdar við ella uttan loyvi frá TAKS.
Talan er um at flyta ognir skattafrítt millum feløg, tá allar ognirnar í einum
felag ella ein ella fleiri deildir í felagnum verða fluttar til eitt annað felag,
uttan at tað fyrra felagið verður avtikið; og treytað av, at tað felagið, sum letur
ognir frá sær, fær partabrøv ella innskotsprógv í framhaldandi felagnum (gerst
móðurfelag). Vinningur ella tap, sum stendst av, at ogn og skuld verða fluttar
frá einum felag til annað, skulu ikki verða tiknar við í skattauppgerðina hjá tí
felagnum, sum letur ognina frá sær.
Ein deild er øll ogn og øll skuld í einum parti av felagnum, sum er sjálvstøðug
eind í øllum bygnaðinum, t.e., at tað er ein eind, sum kann virka sjálvstøðugt
við teimum hentleikum, sum hoyra til eindina.
Ein skattafrí flyting eftir hesi lóg svarar til skattafrítt at umskipa persónliga
rikið vinnuvirki til partafelag. Men í hesum føri skal
øll
samsýningin fyri
nettoognirnar verða latin í partabrøvum ella innskotsprógvum. Tískil er í
hesum føri ikki møguleiki fyri stovnaraáogn, eins og við skattafríari umskipan
eftir umskipanarlógini.
Umframt frammanfyri tilskilaðu treytir er tað harafturat ein treyt fyri at flyta
skattafrítt
uttan loyvi
, at innskjótandi felagið ikki avhendar partabrøv í mót
takandi felagnum í einum tíðarskeiði á 3 ár eftir, at tað er samtykt at flyta
ognirnar, tí so fellur skattafrítøkan burtur, um ein felagsluttakari, sum eftir
umskipanina kann móttaka skattafrían vinning í einum av framhaldandi
feløgunum, avhendar partabrøv í felagnum ella feløgunum, áðrenn trý ár eru
liðin, roknað frá tí degi, tá tað varð samtykt at flyta ognirnar. Hetta
holding