Føroyskur skattarættur - page 202

202
at negativa saldan einans kundi verða útlíknað við inntøkuføring árið eftir, av tí at
enduríløga eftir avskrivingarlógini ikki var farin fram.
Partabrøv í móttakandi felagnum, sum eigarar fáa sum samsýning fyri parta­
brøvini í innskjótandi felagnum, verða skattliga viðgjørd, sum um tey vóru út­
vegað, tá tey upprunaligu partabrøvini vórðu útvegað og fyri somu upphædd.
Vinningur ella tap í sambandi við at ógildað verða egin partabrøv, sum mót­
takandi felagið fær í sambandi við samanleggingina, verða ikki tikin við, tá
felagið verður sett í skatt.
Tað er tað móttakandi felagið, sum skal lata inn sjálvuppgávuna fyri inn­
skjótandi felagið/feløgini. Móttakandi felgið ábyrgist fyri møguligum skatta-
og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøvum sambært skatta-og avgjalds­
lóggávuna ímóti innskjótandi felagnum og yvirtekur øll krøv, sum
innskjótandi felagið hevði eftir galdandi skatta-og avgjaldslógum.
9.3.4. Hall
Staðfest hall hjá einum felag frammanundan samanlegging, kann ikki verða
drigið frá í skattskyldugu inntøkuni hjá móttakandi felag uttan so, at talan er
um eitt móðurfelag, sum verður lagt saman við eitt dótturfelag, sum tað
hevur verið samskattað við fram til samanleggingardagin og fimm tey seinast
árini undan hesum. Tá kann móttakandi felagið draga halli frá í síni skatt­
skyldugu inntøku. Hetta er tó ikki galdandi, um móttakandi felagið ella fasta
rakstrarstaðið í skattafríari umskipan beinleiðis ella óbeinleiðis hevur móttik­
ið ogn ella skuld frá feløgum, sum ikki vóru partur av samskattaskaranum, tá
ið hallið var stovnað.
Fyri feløg,
sum ikki eru í samtaki
70
frá samanleggingardegnum til tann dagin,
samanleggingin varð samtykt
er annars galdandi í sambandi við samanlegging,
at hall í einum av samanløgdu feløgunum frá samanleggingardegnum og til
tann dagin, samanleggingin er samtykt í øllum samanløgdu feløgunum
(
millumtíðarskeiðið
) ikki kann minka um skattskyldugu inntøkuna í móttak­
andi felagnum soleiðis, at henda inntøka verður minni enn positivu netto­
kapitalinntøkurnar við ískoyti av inntøkum frá útleigan av avskrivingar­
skyldugum rakstrargøgnum og skipum. Hallið verður gjørt upp, áðrenn
skattligar avskrivingar og niðurskrivingar.
70 Tey feløg, har sami partaeigaraskarin beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av partabrævaka-
pitalinum í hvørjum felagi ella beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum
í hvørjum felagi, verða roknað at vera í sama samtaki.
1...,192,193,194,195,196,197,198,199,200,201 203,204,205,206,207,208,209,210,211,212,...284
Powered by FlippingBook