200
skattskyldan stendur við, til tað skattaárið, tá felagið verður tikið av. Men
umframt tað skal felagið, fyri sama skattaár verða sett serstakliga í inntøkuskatt
av inntøkuni í tíðini frá útgongd roknskaparársins, ið síðsta vanliga skattseting
felagsins er gjørd eftir, til felagið varð avtikið. Í hesum føri er kloyvingin ella
samanleggingardagurin at bera saman við avtøkudagin. Tilskilað skal verða,
at um innskjótandi felagið hevur standandi samansavnað (akkumulerað)
óbrúkt skattligt hall, fellur tað burtur, tá ið lagt verður saman.
Tá ein kloyving ella samanlegging kann hava við sær, at talan kann vera um
útluting ella avhending sambært kapitalvinningsskattalógina, kann slík
transaktión fyri eigara í einum innskjótandi felag hava við sær skattlegging
eftir kapitalvinningsskattalógini.
9.3. SKATTAFRÍ SAMANLEGGING
Felagsskapirnir, sum kunnu fremja skattafríar samanleggingar, eru í
Føroyum
skrásett
partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, sparikassar og tryggingarfeløg, ið
eru skipað sum sínámillum feløg.
Tó er tann avmarking galdandi, at feløg, sum hava skuld, ið stavar frá keyptum
virðisbrøvum í dótturfelag, kunnu ikki leggja saman eftir lógini, so leingi henda
skuld ikki er goldin.
Eyðkenni fyri skattafría samanlegging er, at talan er um successión, bæði á
partaeigara- og felagsstigi. Samsýnandi partabrøvini verða viðgjørd á sama
hátt sum partabrøvini í innskjótandi felagnum, tá ið tað snýr seg um út
veganarvirði og útveganardag. Móttakandi felagið heldur fram við skattligu
virðunum hjá innskjótandi felagnum viðvíkjandi útveganarvirði, útveganar
degi, avskrivingargrundarlagi og avskrivingum.
Eigararnir í innskjótandi felagnum verða ikki skattsettir eftir kapitalvinnings
skattalógini. Tey partabrøvini, sum eigararnir fáa sum samsýning, verða
roknað sum útvegað somu tíð, sum tey umbýttu partabrøvini.
9.3.1. Treytir
Skattafría samanleggin er treytað av, at eigararnir í innskjótandi felagnum
einans fáa virðisbrøv í móttakandi felagnum afturfyri. Tó kunnu teir fáa upp
í 10% av áljóðandi virðinum í tøkum peningi. Er einki navnvirði, kunnu teir
fáa upp í 10% av bókaða virðinum. Treytin er ikki galdandi fyri teir kapital
partar í einum innskjótandi felag, sum móttakandi felagið eigur.