Føroyskur skattarættur - page 193

193
verða latin sum partabrøv/innskotsprógv. Hetta merkir, at upp í 25%
kunnu vera stovnaraáogn/ millumrokning (peningur, sum eigarin hevur
til góðar hjá felagnum).
4. Navnvirðið á teimum partabrøvum/innskotsprógvum, ið verða veitt sum
samsýning fyri virkið, skal svara til allan partapeningin/innskotspen­
ingin. Hetta merkir, at tað ber ikki til at skjóta fremmandan kapital inn í
sambandi við sjálva umskipanina/stovnanina, tá ið nýggja felagið verður
stovnað. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at hetta verður gjørt aftaná
umskipanina/stovnanina sum ein vanlig kapitalhækking.
5. Umskipanin skal fara fram í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná tann dag, fí-
ggjarstøðan fyri síðsta ársroknskapin hjá eigaranum er dagfest. Tá ein­
staklingar hava álmanakkaárið sum roknskaparár, merkir hetta, at sein­
asti dagurin á hvørjum ári at umskipa eftir umskipanarlógini er 30. juni.
Fyrsta, eins og øll eftirfylgjandi roknskaparskeið hjá felagnum, skal vera
12 mánaðir. Vert er at geva gætur, at henda treyt hevur við sær, at um­
skipan eftir hesi lóg einans kann verða gjørd í fyrru hálvu í hvørjum ári.
6. Eiga fleiri einstaklingar í felag eitt persónliga rikið vinnuvirki (t.d. íognar­
felag), eru treytirnar at brúka hesa lóg, at allir eigararnir nýta ásetingarnar í
lógini, at allir hava nýtt sama roknskaparskeið, at allir í uppgerðini við­
víkjandi skattskyldugu inntøkuni hava nýtt sama rakstrarroknskap og
fíggjarstøðu fyri vinnuvirkið við felagsavskrivingum (sama avskrivingar­
grundarlag), og at teir fáa samsýning (partabrøv/innskotsprógv og møguliga
stovnaraáogn) í mun til teirra ognarlut í persónliga rikna vinnuvirkinum.
Eftir lógini skulu
tvær uppgerðir
verða gjørdar og verða latnar TAKS saman
við sjálvuppgávuni fyri tað inntøkuárið, umskipanin er farin fram. Tær eru
ein
metanarfrágreiðing
sambært partafelagslógini ella smápartafelagslógini
og
ein
uppgerð viðvíkjandi skattliga útveganarvirðinum fyri partabrøvini/innskots-
prógvið.
Metanarfrágeiðingin skal innihalda somu upplýsingar og skal lúka somu
formkrøv, sum aðrar metanarfrágreiðingar sambært partafelagslógina, ið
skulu verða latnar inn, tá feløg verða stovnað við skiftisinnskoti. Sí gjøllari
um hesi krøv/upplýsingar frammanfyri.
Uppgerðin viðvíkjandi
skattliga útveganarvirðinum
fyri partabrøvini/inn­
skotsprógvini verður gjørd eftir § 4, stk. 3 í lógini, sum tann upphædd í
reiðum peningi, ein vanlig søla viðvíkjandi virkinum hevði givið (handils
1...,183,184,185,186,187,188,189,190,191,192 194,195,196,197,198,199,200,201,202,203,...284
Powered by FlippingBook