189
8.1. AT STOVNA PARTAFELAG ELLA SMÁPARTAFELAG
Tá ið partafelag ella smápartafelag verður stovnað, verður skaptur ein løg
frøðiligur persónur, sum eftir § 1 í skattalógini er eitt sjálvstøðugt skatta
subjekt, ið sjálvt kann gera avtalur um keyp og sølur o.s.fr. Eftir partafelags-
lógini skal eitt partafelag hava partapening í minsta lagi 500.000 kr., og eftir
smápartafelagslógini skal eitt smápartafelag hava ein innskotspening í minsta
lagi 80.000 kr. Partapeningurin ella innskotspeningurin kann eftir nevndu
lógum verða skotin inn við reiðum peningi ella t.d. í øðrum virðum sum
skiftisinnskot (apportinnskot).
Eitt skiftisinnskot er innskot av nettoaktivum (nettoaktiv = ogn – skuld) í
øðrum enn reiðum peningi. Innskotið skal hava a) eitt fíggjarligt virði og
kann ikki fevna um b) krøv móti partaeigarum ella stovnarum ella c) eina
skyldu hjá teimum at útinna arbeiðið ella veita tænastur fyri felagið.
Eftir partafelagslógini og smápartafelagslógini er bannað at stovna felag til
undirkurs. Lógirnar krevja tí, at ein ella fleiri metingarmenn gera eina
metanarfrágreiðing
, tá felag verður stovnað við skiftisinnskoti. Metanar
frágreiðingin skal lýsa tey innskotnu nettoaktivini, hava eina frágreiðing um
nýttan framferðarhátt viðvíkjandi gjørdu metingini av innskotnu nettoogn
unum, upplýsa um samsýningina (við partabrøvum, reiðum peningi, skuldar
brævi, ella hvussu hon er samansett) til partaeigaran fyri nettoognir og hava
eina váttan um, at ásettu virðini svara minst til samsýningina. Um felagið
skal taka við einum ígongdverandi virki, skal ein byrjanarfíggjarstøða fylgja
við, sum skal hava átekning uttan fyrivarni frá grannskoðara, um so er, at
grannskoðanarskylda áliggur felagnum.
At stovna felag við skiftisinnskoti kann gerast afturvirkandi upp í 6 mánaðir
eftir roknskaparárslok, sum merkir, at tað kann verða sett á stovn fyrstu 6
mánaðirnar av einum álmanakkaári. Tá eitt felag verður stovnað afturvirk
andi, kunnu partabrøv/innskotsprógv verða roknað sum útvegað í fyrsta lagi,
tá stovningarsamtyktin er dagfest.
At stovna felagið við reiðum peningi einans hevur ongar skattligar avleið
ingar við sær, hvørki fyri innskjótara ella felagið. Felagið skal bóka innskotið
sum eginpening, og innskjótarin fær t.d. ikki frádrátt fyri innskotið, tí talan
er einans um at broyta eitt aktiv frá at vera reiðupeningur til at vera virðis-
bræv. Tað ger ongan mun, um peningurin verður innskotin til kurs 100 ella
yvirkurs.