182
eigarunum, eins og móttiknu partabrøvini verða roknað, sum vórðu tey út
vegað samstundis og fyri somu útveganarupphædd og við sama endamáli,
sum umbýttu partabrøvini. Vinningur frá avhendingini av partabrøvunum
verður skattaður sambært kapitalvinningsskattalógini. Avhendingarupp
hæddin verður ásett í samsvari við kursvirðið tann dagin, partabrævaumbýtið
fór fram.
Samanleggingardagurin er tann dagurin, tá ið partabrævaumbýtið fer fram.
Meginreglan er, at TAKS skal geva loyvi til skattafría partabrævabýtið, eins og
TAKS kann áseta serligar treytir fyri at loyva umbýtinum. Men skattafrítt
partabrævaumbýti kann eisini fara fram uttan loyvi frá TAKS. Nærri um
hetta niðanfyri.
Loyvi at býta um partabrøv skattafrítt verður latið, um treytirnar eru upp
fyltar, og mett verður, at skattaundandráttur ella -misnýtsla ikki er høvuðs
endamálið ella eitt av høvuðsendamálunum við umbýtinum. Um mett
verður, at grundarlag ikki er fyri at lata loyvi uttan serligar treytir, kann loyvið
m.a. treytast av, at munandi broytingar í teimum viðurskiftum, sum eru
grundarlag undir loyvinum, verða fráboðaðar TAKS, áðrenn broytingarnar
verða framdar. Soleiðis er skylda at boða frá munandi broytingum í samtaks
skipanini og eigaraviðurskiftunum, umframt øðrum viðurskiftum, ið kunnu
hava týdning fyri metingina av loyvisgrundarlagnum.
Lógin ásetur, at skattafrítt partabrævaumbýti kann ikki fevna um
glærar
eindir
. Eitt transparent felag verður ikki roknað sum sjálvstøðugt skatta
subjekt. Tá partafeløg og smápartafeløg, sum eru skrásett í Føroyum
eru
sjálv
støðug skattasubjekt, er hendan ásetingin í lógini óneyðug.
Umbýti uttan loyvi
.
Er virðið á partabrøvunum, sum verða latin sum samsýning, við ískoyti av
møguligari javnandi upphædd, ájavnt við handilsvirðið á umbýttu parta
brøvunum, kann skattafrítt umbýti gerast uttan loyvi frá TAKS. Av hesum
sæst, at ein grundleggjandi treyt er, at ein forskjóting av ognunum millum
partaeigararnar ikki skal koma fyri í sambandi við partabrævaumbýtið.
Ymiskar meiningar kunnu vera um handilsvirðið á umbýttu partabrøvunum.
Minnast kann á, at til ber at biðja um bindandi svar frá TAKS um henda
spurning.