Føroyskur skattarættur - page 175

175
tikið, kunnu ikki verða mettar sum javnt avkast av partabrævinum. Henda
útlutan skal tí ikki verða skattað sum vinningsbýti.
Fyri at tað ikki skal vera møguligt at fara uttan um reglurnar um vinningsbýti
í einari likvidasjón, sum kann sigast at vara í fleiri ár, eru tað bara tær útlutan­
ir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, sum ikki eru at
meta sum vinningsbýti.
Útlutanir, sum fara fram í tí álmanakkaári, tá eitt felag verður endaliga av­
tikið, verða javnsettar við avhendingarupphæddir. Tað er, at skattliga
viðgerðin verður eins og skatting, tá ið partabrøv verða seld. Hetta merkir, at
um útlutanin til partbrævaeigaran er minni enn útveganarupphæddin, hevur
partabrævaeigarin hall, sum kann verða tikið við í uppgerðini eftir § 14. Um
felagið verður avtikið, tí tað fer á heysin, er vanliga eingin útlutan til
partabrævaeigararnar, og tá verða partabrøvini roknað sum avhend fyri 0 kr.
Er útlutanin minni enn útveganarvirðið fyri partabrøvini, kann hallið verða
drigið frá.
Verða partabrøv seld útgevandi felagagnum í tí álmanakkaári, tá felagið er
endaliga avtikið, verður avhendingarupphæddin viðgørd eftir vanligu regl­
unum um avhending.
Útlutanir, í sambandi við at partapeningurin verður lækkaður, skulu sum
grundregla verða viðgjørdar sum vinningsbýti. Tó kann Toll- og skattaráð
Føroya, sum nevnt frammanfyri, loyva, at viðgerðin fer fram eftir áseting­
unum um sølu og aðra avhending.
At lækka partapening kann verða gjørt við tað, at øll partabrøv verða áteknað
tað nýggja lægra virðið, ella at felagið keypir egin partabrøv og fær tey ógild­
að. Í seinna førinum skal útlutanin verða viðgjørd eftir § 5 um sølu til tað
felag, sum hevur givið partabrøvini út.
Verður partapeningurin niðurskrivaður, uttan at felagið keypir egin parta-
brøv, men við at hvørt partabræv verður áteknað eitt lægri virði, afturímóti at
partabrævaeigarin fær útlutað eina upphædd úr felagnum, verður øll tann
útlutaða upphæddin sum meginregla roknað sum vinningsbýti.
Toll- og skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at útlutanin verður við­
gjørd eftir reglunum um sølu og aðra avhending. Um slíkt loyvi fæst, verður
útlutanin roknað sum partvíst at avhenda partabrævið. Tann lutvísi parturin,
sum verður niðurskrivaður, er at rokna sum realiseraður. Vinningurin ella
tapið verður tá gjørt upp sum munurin millum útlutanina og tann lutvísa
1...,165,166,167,168,169,170,171,172,173,174 176,177,178,179,180,181,182,183,184,185,...284
Powered by FlippingBook