169
kemur slík avhending til peningastovnin ikki undir bannið í § 5, stk. 1.
Eigarin verður í slíkum føri skattaður eftir meginregluni um avhending.
§ 5, stk. 3 í kapitalvinningsskattalógini ásetur, at avhendingarupphæddin fyri
virðisbræv, sum verður avhent til útgevandi felagið, skal ikki verða roknað
sum vinningsbýti, um avhending fer fram í tí álmanakkaári, tá útgevandi fel
agið er endaliga avtikið.
7.3.2.2. Aktiv undir § 1, nr. 2 og nr. 3
Aktiv undir hesum punktum eru øll peningakrøv sama hvørjum líki tey eru í
og uttan mun til, um peningakravið hevur við vinnu ella ikki at gera og uttan
mun til, um kravið er í føroyskum/donskum ella útlendskum gjaldoyra.
Avgerandi er, at talan er um eina rættarliga skyldu um peningagjald.
Talan kann so statt vera um peningakrøv, sum eru eyðmerkt sum t.d. láns-
bræv, veðbræv ella skuldarbræv. Men talan kann eisini vera um peningakrav
sambært munnliga avtalu. Undir hesum punktum eru tí eisini t.d. krøv um
løn ella samsýning fyri arbeiði og stuttfreistað lán við ongari trygd.
Aktiv undir hesum punktum fevna um allan kursvinning og tap av krøvum.
Vinningur og tap fevna t.d. ikki bara um hækkingar og lækkingar í børskurs
inum av broyttum rentuviðurskiftum, men eisini um virðisbroytingar av
øðrum viðurskiftum, eitt nú indeksreguleringum og valutakursbroytingum.
Undir hesi punkt koma eisini tap av mishaldi hjá skuldara og av, at veð ella
ábyrgd/borgan ikki hevur verið nøktandi. Tryggingargjøld og onnur endur-
gjøld fyri miss av peningakrøvum koma eisini undir hesi punkt. Tap av
skuldarum í sambandi við vinnuligt virksemi, kemur tó ikki undir hesi
punkt, men verður viðgjørt eftir skattalógini, sí frammanfyri.
Premiulánsbrøv koma eisini undir hesi punkt, tó ikki premian, sum í staðin
er undir løgtingslógini um gjøld av vinningi við burturluting o.tíl.
Umbýtilig lánsbrøv eru, sum longu nevnt, undir punkti 1 og verða tí viðgjørd
sum virðisbrøv.
7.3.2.2.1. Avhending
Eftir § 6, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini er meginreglan, at vinningur og
tap av krøvum og skuld undir hesum punktum skal verða roknað við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 í tí inntøkuári-
num, vinningur ella tap eru ásannað (realisasjónsmeginreglan).