161
vinnuligt er, at avvarðandi skattgjaldari
rekur hetta virksemið fyri annara rokn
ing og váða
. Ger hann tað, kann talan hinvegin einans verða um at rokna tað,
sum vinnuligt virksemi, um skattgjaldarin hevur
serliga vitan
um hetta virk-
semi antin tí, hann hevur
fíggjarliga útbúgving
ella tí, hann hevur serligu
vitanina frá áralongum
yrkisroyndum við slíkum virksemi
.
Vinnuligt virksemi av hesum slag fevnir í høvuðsheitum um at handla við
fíggjarognum og at læna út pening. Líkningarvaldið skal tí meta um vavið á
virkseminum og systematikkin í tí, tá tað skal avgera, hvørt tað er vinnuligt
ella ikki. Tá tað snýr seg um at handla við virðisbrøvum, kann t.d. hugsast, at
tað er týdningarmikið, um tey eru partur av støðisognini ella partur av
umferðarognini. Eru tey partur av støðisognini, talar hetta fyri, at virksemið
er ikki vinnuligt. Er frágreiðingin hinvegin, at talan er um at umplasera yvir-
skotslikviditet og ognir annars, kann niðurstøðan gerast, at talan kortini er
um vinnuligt fíggjarvirksemi. Tað eru sjálvsagt mong onnur eyðkenni, sum
kunnu tala fyri ella ímóti, um virksemið er vinnuligt ella ikki. Tá talan er um
fyritøkur, sum reka fíggjarvinnu, eitt nú peningastovnar og vekselerarar, er
vanliga lítil ivi um, at slík virkir reka hetta slagi av virksemi á vinnuligum
grundarlagi.
Skatta-og avgjaldskærunevndin
hevur
17.06.2015 (mál nr. 14/00249)
staðfest avgerð
hjá TAKS um, at virksemið hjá einum partafelag ikki var at rokna sum vinnuligt
eftir § 3 í kapitalvinningsskattalógini. Nevndin sipar til § 27 í skattalógini og sigur,
at talan er um vinnuligt virksemi, um viðkomandi handlar við virðisbrøvum, og
virðisbrøvini eru útvegað við sølu fyri eyga og fyri at fáa vinning við søluni. Vinnuligt
virksemi kann vera sum handilsvinna og sum fíggingarvirksemi. Nevndin sigur, at í
hesum málinum skal metast um tann skattskyldugi hevur sum vinnu at reka handil
við virðisbrøvum og kom til ta niðurstøðu, at ov fáir handlar við virðisbrøvum
høvdu verið til at kunna rokna virksemið sum vinnuligt.
Kapitalvinningsskattalógin loyvir í § 3, stk. 3, at tey, sum reka vinnuligt
fíggjarvirksemi, kunnu brúka lagurmeginregluna í staðin fyri realisatións
meginregluna, tá vinningur og tap verða gjørd upp. Verður lagurmeginreglan
brúkt, ber hinvegin ikki til seinni at venda aftur til realisatiónsmeginregluna.
Eftir lagurmeginregluni verða vinningur og tap fyri eitt inntøkuár gjørd upp
sum munurin millum virðið við fyrst í árinum og virðið seinast í árinum.
Fyri útveganir í árinum verður útveganarpeningurin nýttur í staðin fyri virð
ið fyrst í árinum, og fyri avhendingar í árinum verður avhendingarupphæddin
nýtt í staðin fyri virðið seinast í árinum.