Føroyskur skattarættur - page 157

157
6.4.5.6. Endurgjøld fyri ognartøku
Endurgjøld fyri ognartøku verða javnsett við sølupening.
6.4.5.7. Skattlig eginnýtsla
Persónligur
skattgjaldari við
fullari skattskyldu
til Føroya, sum hevur gjørt
skattligar avskrivingar, skal lata gera uppgerð yvir skattligu eginnýtsluna. Vís­
ir tað seg, at skattskylduga inntøkan, aftaná at avskrivingar eru drignar frá,
verður lægri enn tann uppgjørda skattliga eginnýtslan, skal skattskylduga
inntøkan verða hækkað, so hon verður ájøvn við skattligu eginnýtsluna.
Hækkingin viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni kann tó ikki fara upp um
allar avskrivingarnar. Vert er geva gætur, at bundnar avskrivingar til tað ávísa
árið, falla ikki burtur. Dømi um slíkar avskrivingar eru goodwill sambært §
35a, stk. 2 í skattalógini og tað at innrætta leigað høli sambært § 2, stk. 2 í
avskrivingarlógini.
Henda avmarkingin fyri persónligar skattgjaldarar er ásett í § 31, stk. 2 – 6 í
skattalógini. Gjøllari ásetingar um uppgerðina viðvíkjandi skattligu egin­
nýtsluni eru givnar við kunngerð nr. 98 frá 14.12.1987 um uppgerð við
skattligu eginnýtsluni. Harafturat er givin ein vegleiðing í rundskrivi nr. 10
frá 19.1.1988 viðvíkjandi uppgerð viðvíkjandi eginnýtslu.
6.5. AVSETINGAR
Rakstrarútreiðslur kunnu verða drignar frá, tá tær eru hildnar, jbr. ásetingina
í § 31 í skattalógini „ … útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøk­
urnar … “.
Hetta merkir, at útreiðslan kann verða drigin frá, tá skattgjaldarin hevur eina
endaliga, rættarliga skyldu at rinda avvarðandi peningaupphædd. Neyðugt er tó
ikki, at útreiðslan er goldin. Rakstrarútreiðslur skulu tíðargreinast í tann mun,
tær hoyra til fleiri inntøkuár. Henda tíðargreining hevur við sær, at tað einans í
avmarkaðan mun er loyvt at seta upphæddir av til útreiðslur í framtíðini.
6.5.1. Avseting í klassingargrunn
Ein slíkur møguleiki er ásettur í § 31, litra d) í skattalógini, sum loyvir
avset­
ing at klassa og umvæla skip
. Slíkar avsetingar eru avmarkaðar til í mesta lagi
10% av fyrstu milliónini og 5% av útveganarvirði skipsins oman fyri eina
millión. Avsetingin kann bara verða gjørd undir einum av vinningi í rakstri
skipsins, fyri gjørdar avskrivingar. Avsetingarnar skulu verða inntøkuførdar í
seinasta lagi 4. inntøkuárið aftaná avsetingarárið ella tað árið, skipið verður
latið av hondum.
1...,147,148,149,150,151,152,153,154,155,156 158,159,160,161,162,163,164,165,166,167,...284
Powered by FlippingBook