163
rættindi
, ið hava
tilknýti
til
hesi
virðisbrøv.
2. At innfría og selja fíggjarkrøv umframt
onnur
avhendan, undir hesum
lánsbrøv, virðisbrøv og skuldarbrøv.
3. Leysgeva skuld.
4. Keypsrættindi og sølurættindi til virðisbrøv og fíggjarkrøv, sum
koma
undir
nr. 1 og nr. 2
5. Vinningsbýti.
6. Rentuinntøkur.
7. Rentuútreiðslur, men
einans
tær, sum
eru
undir § 10, stk. 3.
Niðanfyri verður greitt gjøllari frá, hvørji aktivini eru, sum koma undir tey
ymsu punktini, sum nevnd eru frammanfyri, og hvussu vinningur ella tap av
hesum aktivum verða viðgjørd, tá skattskylduga inntøkan skal verða gjørd
upp eftir § 14.
7.3.2.1. Aktiv undir § 1, nr. 1
Aktiv undir hesum punkti eru ognir, ið umboða ein ognarpart í einum felagi
(løgfrøðiligum persóni), sum sambært skattalógina er eitt
sjálvstøðugt skatta
subjekt
. Hugtakið fevnir um t.d. partabrøv, innskotsprógv og íløguprógv.
Hugtakið er ikki avmarkað til hesi nevndu, sum bara eru dømi um aktiv,
sum koma undir hesa áseting. Fyri at lætta um, loyvi eg mær í umrøðuni
hereftir at nevna hesi aktiv undir einum
virðisbrøv
, hóast tey eftir neyvari
løgfrøðiligari allýsing ikki koma undir hetta hugtak.
Tað er beinleiðis ásett undir hesum punkti, at hugtakið eisini fevnir um um-
býtilig lánsbrøv (konvertiblar obligasjónir). Umbýtilig lánsbrøv eru givin út
av partafeløgum ella smápartafeløgum, og geva lánsveitara rætt til ávikavist
partabrøv ella smápartaprógv í felagnum í staðin fyri at fáa lánið goldið (inn-
fríað). Hóast eitt umbýtiligt lánsbræv kann sigast at vera eitt fíggjarkrav, er
tað undir hesum punkti og ikki § 1, nr. 2.
Ásett er eisini undir hesum punkti, at tað fevnir um
serstøk rættindi
, ið hava
tilknýti til hesi virðisbrøv. Hesi rættindi eru eitt nú frípartabrøv, rættindi til
frípartabrøv og tekningarrættindi. Hesi tekningarrættindi til virðisbrøv verða
eisini roknað sum aktiv, sum skulu verða viðgjørd eftir hesum punkti, hóast
slíkur tekningarrættur kann tykjast at líkjast einum keypsrætti, sum kemur
undir punkt 4.
Rættindi sum t.d. atkvøðurættur og annar rættur, sum stendst av at eiga
partabrøv, eru
ikki
aktiv, sum eru undir hesum punkti ella kapitalvinnings-
skattalógini.