Føroyskur skattarættur - page 168

168
hægri enn marknaðarvirðið. TAKS avgjørdi tí at skatta alla avheningarupp­
hæddina sum vinningsbýti eftir § 5, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini.
Grundgevingin hjá TAKS, sum Toll-og Skattaráð Føroya tók undir við, var,
at aftursølan varð nýtt sum alternativ til útlutan, tí felagið keypti partabrøvini
fyri ein kurs, sum var umleið 10% hægri enn marknaðarvirðið á søludegnum.
TAKS legði eisini dent á, at kærarin hevði ikki avhent øll síni partabrøv og at
ein skatting av allari søluupphæddini gav ikki eitt órímiligt úrslit, hóast sølan
ikki hevur við sær eina mundi broyting í eigaraviðurskiftunum.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
viðmerkti, at tað, at partabrøv eru seld til ein
kurs, sum er hægri enn marknaðarkursurin, ella tað, at ikki øll partabrøvini
eru avhendað, eru viðurskifti, sum kunnu geva eina ábending um, um talan
er um alternativ til útlutan. Men tað er ikki ein forðing fyri at loyva viðgerð
eftir stk. 2, at partabrøvini t.d. eru seld til ein kurs, sum er hægri enn
marknaðarkursurin, um vísast kann á, at aftursølan til felagið er framd av
øðrum orsøkum enn sum alternativ til útlutan. Týdningarmikið í hesari
meting er eisini orsøkin til, at selt verður til útgevandi felagið.
Skatta- og avgjaldskærunevndin avgjørdi at broyta avgerðina hjá Toll- og
Skattaráð Føroya við teirri grundgeving, at hon metti, at kærarin við teimum
frágreiðingum um motivini fyri, at partabrøvini vóru seld til útgevandi
felagið í hesum føri, hevur víst á, at partabrøvini vóru seld felagnum út frá
øðrum motivum enn at sleppa undan atlitinum í § 5, stk. 1 í
kapitalvinningsskattalógini. Talan var ikki um eitt alternativ til útlutan, og tí
var grundarlag fyri at brúka § 5, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini.
Sí eisini
avgerðirnar (nr. 06-02-22-30, nr. 06-02-22-31 og nr. 07-02-22-29) hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 13. juni 2007 og (nr. 07-02-22-34, nr. 07-02-22-
35 og nr. 07-02-22-36) frá 29. august 2007
, ið viðgera spurningin um talan var um
avhending ella útluting, og sum eru partvíst endurgivnar frammanfyri undir
7.3.2.1.1. Avhending.
Sum meginregla verður undantaksloyvi veitt eigarum í feløgum, har eigarar
ikki hava loyvi at avhenda síni virðisbrøv til onnur enn felagið, t.d. í luta­
íbúðarfeløgum ella í feløgum, har ognarhald viðvíkjandi virðisbrøvum er
treyt fyri at kunna arbeiða í einari ávísari vinnugrein.
Tað er vanligt hjá virðisbrævaeigarum at lata t.d. peningastovn umsita tað at
avhenda virðisbrøv.Tá peningastovnur í slíkum føri tekur ímóti partabrøvum,
sum peningastovnurin sjálvur hevur givið út, frá einum eigara til víðarisølu,
1...,158,159,160,161,162,163,164,165,166,167 169,170,171,172,173,174,175,176,177,178,...284
Powered by FlippingBook