178
7.3.3. Gávur og arvaforskot
§ 11 ásetur, at tað at lata og fáa gávu ella arvaforskot verður roknað sum
avhending og útvegan. Tað eru øll tey aktiv, sum eru undir hesi lóg, sum t.d.
at lata ella fáa gávu ella arvaforskot, sum verða javnstillað við avhending og
útvegan.
Avhendingarupphæddin og útveganarupphæddin verða roknaðar sum virðið
í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Tað ber á, at eitt nú foreldur við gávubrævi geva børnum sínum partabrøv,
tað veri seg minnilutapartabrøv ella høvuðsparteigarabrøv.
Gávan í sær sjálvum er ikki skattskyldug inntøka fyri móttakaran sambært §
29, nr. 3 í skattalógini, tá talan er um gávu frá hjúnafelaga, avkomi, for
eldrum (her uppií eisini ættleiðingarforeldrum) ella abba ella ommu.
Men, er talan t.d. um partabræv, so er avhendingarupphæddin hjá
gevar
anum
virðið í vanligum handli (handilsvirðið), og
hesin skal rinda skatt
sam-
bært § 4 í hesi lóg eftir virðinum í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Vert er her at geva gætur, at handilsvirðið á partabrøvum í feløgum, sum eru
skrásett á keypsskála (børsi), kann ganga upp og niður alt eftir búskaparligu
gongdini hjá felagnum og/ella samfelagsbúskapinum sum heild.
Skatta-og avgjaldskærunevndin
staðfesti
í málum frá 17.02.2010 ( nr. 09-02-22-52 og
nr. 09-02-22-57) og í máli frá 31.03.2010 ( nr. 09-02-22-91)
at latanin av partabrøv
um sum gáva til ávikavist hjúnarfelaga, dóttir og ommusynir er avhending eftir § 11,
stk. 1 og § 1, stk. 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini, og vinningur, sum stendst av
hesum, er skattskyldugur eftir § 1, stk. 1, nr. 1 og § 4, stk. 1 í somu lóg.
Hinvegin broytti
Skatta-og avgjaldskærunevndin í máli frá 17.02.2010 (nr. 09-02-
22-80
)avgerð hjá TAKS um, at skatta vinning í samband við flyting av partabrøvum
til hjúnafelaga í sambandi við hjúnabandsskiftið.
Skatta-og avgjaldskærunevndin
helt,
at flyting av partabrøvum millum kæraran og hjúnafelagan í samband við skifti av
felagsogn teirra ikki kann metast at vera avhending eftir § 1, stk. 1, nr. 1 í kapital
vinningsskattalógini. Niðurstøðan hjá nevndini var, at talan var um eina flyting av
ognum, sum ikki er skattskyldug eftir meginregluni í § 29, nr. 4 í skattalógini, og at
flytingin tí ikki var fevnd av kapitalvinningsskattalógini.
Móttakarin verður ikki skattaður við móttøkuni, sambært § 29, nr. 3 í skatta
lógini, men virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin, er útveganar
virðið fyri partabrævið og er grundarlagið fyri skattinum, tá partabrævið
seinni verður selt.