Føroyskur skattarættur - page 188

188
8. Umskipan viðvíkjandi persónliga riknum
vinnuvirki til vinnufelag
Einstaklingur ella fleiri einstaklingar saman, ið reka vinnuligt virksemi sum
persónliga rikið vinnuvirki, ábyrgjast (hefta) vanliga persónliga og beinleiðis
fyri viðskiftafólk og kravánarar, sum hava við virkið at gera. Eru fleiri ein­
staklingar (íognarar) saman um virkið (íognarfelagið), ábyrgjast teir soli­
dariskt sínámillum, sum merkir, at ein kravánari hjá virkinum hevur rætt til
at krevja fult gjald frá einum eigara. Slík samhaldsføst ábyrgsla verður ofta
nevnd „ein fyri allar og allir fyri ein“. Sínámillum ábyrgjast teir sambært av­
talu. Er eingin avtala gjørd, ábyrgjast teir líka. Hevur ein eigari t.d. goldið
fult krav fyri virkið, hevur hann aftursóknarrætt frá hinum medeigarunum
fyri teir partar, teir ábyrgjast fyri sínámillum.
Einstaklingar, sum reka vinnu á henda hátt, skulu taka slíkt vinnuvirksemi
við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkunum. Eru fleiri eigarar
(íognarar) í einum persónliga riknum vinnuvirki, skal hvør av teimum taka
sín lut av hesum virksemi við í uppgerðina. Hóast fleiri eigarar eru í sama
virki, er ikki víst, at uppgerðin viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni hjá
hvørjum einstøkum gevur sama úrslit, tí teir kunnu í hvør sínum lagi hava
aðrar inntøkur. Orsøkin kann eisini vera, at teir hava gjørt skattligar avskriv­
ingar við ymiskum prosentum, ella at ein ella fleiri eigarar als ikki hava gjørt
skattligar avskrivingar. Rætturin at gera skattligar avskrivingar eftir avskriv­
ingarlógini er ikki ein skylda, men ein møguleiki.
Vinnuligt virksemi byrjar ofta sum persónliga rikið vinnuvirki. Er virksemið
burðardygt, og tað hevur framgongd og vøkstur, er, sum frálíður, ofta skila-
gott eitt nú fyri at avmarka fíggjarligu ábyrgdina hjá eigarum, at leggja virk-
semið í annan karm, t.d. yvir í eitt vinnufelag (partafelag ella smápartafelag).
Ein onnur orsøk kann vera, at tíðin er búgvin at fara undir at fyrireika eitt
ættarskifti, tí eigarin er komin til árs, og børn eru ella gera seg til at taka við
ognarskapi og leiðslu. Slíkt skifti er oftast lættari at fremja, tá virksemið er
skipað sum vinnufelag (her verður hugsað um felag, hvørs endamál er at reka
vinnu, og sum er sjálvstøðugt skattasubjekt). Harafturat kann slík umskipan
verða gjørd skattafrí eftir serligari skattalóg um at umskipa persónliga rikið
vinnuvirki til partafelag, sum gjøllari verður komið inn á seinni.
1...,178,179,180,181,182,183,184,185,186,187 189,190,191,192,193,194,195,196,197,198,...284
Powered by FlippingBook