Føroyskur skattarættur - page 179

179
179
Endurgjald og tryggingarpeningur verða javnmett við avhendingarupphædd.
Verður endurgjald ella tryggingarpeningur fingin fyri eitt aktiv, sum er undir
hesi lóg, skal henda upphædd verða roknað fyri avhendingarupphædd, og
skattað skal tá verða eftir vanligu reglunum fyri at avhenda viðkomandi aktiv.
Sum dømi kann verða nevnt, at endurgjald, sum er fingið fyri, at ein avtala at
selja partabræv varð ógildað, skal verða viðgjørd sum partabrævasøla.
7.3.4. At yvirtaka skattligu støðuna viðvíkjandi virðisbrøvum í
deyðsbúgvi
Í § 12 er ein áseting um successjón frá einum deyðsbúgvi til arvingar. Eftir
henni verður vinningur ella tap í samband við útlutan frá einum deyðsbúgvi
ikki tikin við í uppgerðina hjá deyðsbúgvum.
Successjón merkir, at hjúnafelagin, arvingurin ella legatarurin kemur til fulnar
í stað hins deyða og tekur við øllum teimum rættindum og skyldum, sum
hoyra til avvarðandi virðisbræv. Tað hevur við sær, at virðisbrævið verður
roknað at vera útvegað fyri ta upphædd, sum hin deyði útvegaði virðisbrævið
fyri.
Selur hjúnafelagi, arvingur ella legatarur, verður tað útveganarvirðið hjá tí
deyða, ið verður avgerandi fyri uppgerðina eftir hesi lóg.
Ásetingarnar í skattalógini um skattseting í sambandi við deyða skulu annars
verða nýttar í sambandi við at selja aktiv undir hesi lóg.
7.3.5. At yvirtaka skattligu støðuna viðvíkjandi virðisbrøvum hjá
avhendara, sum er á lívi (ættarskifti)
Ásetingin í § 13 gevur heimild til successjón í livandi lívi – eisini nevnt ættar­
skifti. Við hesi áseting verður møguligt hjá foreldrum og øðrum, undir ávís­
um treytum, at avhenda virðisbrøv til millum annað børnini, uttan at skattur
fellur við avhendanina.
Ásetingin um skattafrítt ættarskifti er ikki galdandi, um útvegarin ikki hevur
fulla skattskyldu til Føroya, ella um útvegarin, sambært tvískattasáttmálum,
ikki býr í Føroyum.
Fyrsta treytin fyri at avhendan í livandi lívi viðvíkjandi virðisbrøvum, ið eru
undir § 1, nr. 1, kann vera skattafrí, er, at avhendanin er til børn, barnabørn,
systkin, børn hjá systkjum, barnabørn hjá systkjum, ættleidd børn, stjúkbørn
og fosturbørn.
1...,169,170,171,172,173,174,175,176,177,178 180,181,182,183,184,185,186,187,188,189,...284
Powered by FlippingBook