Føroyskur skattarættur - page 174

174
7.3.2.4. Aktiv undir § 1, nr. 5
Aktiv undir hesum punkti er vinningsbýti. Eftir § 1, stk. 2 í kapitalvinnings­
skattalógini verður sum vinningsbýti roknað alt, ið felag útlutar partabræva­
eigara, lutahavara o.tíl. At útluta frípartabrøv, frílutaprógv eins og útlutanir,
sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at
rokna sum vinningsbýti. Talan er heldur ikki um at luta út vinningsbýti, tá ið
eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar.
§ 1, stk. 3 ásetur, at útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga av­
tikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.
Endaliga ásetur § 1, stk. 4, at Toll- og skattaráðið kann loyva, at útlutanir við
at skriva niður partapening verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og
aðra avhending.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
heimvísti
í máli nr. 06-02-22-28 frá 29. august 2007
spurningin til viðgerðar hjá Toll- og Skattaráðnum eftir § 1, stk. 4, um ein útluting
viðvíkjandi partapeningi skuldi verða viðgjørd sum vinningur við avhending heldur
enn vinningsbýti. Í hesum máli var innskotspeningurin í einum smápartafelagi
lækkaður og útgoldin tveimum av fimm eigarum. Toll- og skattstovan helt, at útlut­
anin skuldi verið viðgjørd sum vinningsbýti.
7.3.2.4.1. Útlutan/Vinningsbýti
Lógin tilskilar greitt, at vinningsbýti er alt, ið felagið útlutar eigarunum. Tað
hevur einki at siga, hvussu útlutað verður. Skattliga er talan um vinningsbýti,
líka mikið, um t.d. útlutað verður vinningsbýti eftir ásetingunum í
partafelagslógini, ella talan er um útlutan, sum fer fram á annan hátt. Allir
fíggjarligir fyrimunir eru tí at meta sum vinningsbýti, bara talan er um útlut­
anir, sum falla til eigararnar í
teirra eginleika
sum virðisbrævaeigarar.
Frípartabrøv verða sum kunnugt tillutað partabrævaeigarum frítt í mun til
teirra ognarlut í felagnum. At frípartabrøv ikki skulu verða mett sum
vinningsbýti, er grundað á, at talan ikki er um fíggjarligan fyrimun, sum
verður tillutaður partabrævaeigaranum. Grundgevingin er, at verandi parta-
brøv í felagnum minka í virði í sama mun, sum virðið á frípartabrøvunum.
Verður eitt frípartabræv seinni selt, verður vinningurin sambært § 4, stk. 4
gjørdur upp út frá einum útveganarvirði, sum er 0 kr.
Útlutanir í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, verða eisini undan­
tiknar frá at verða roknaðar sum vinningsbýti. Útlutanir, tá felag verður av
1...,164,165,166,167,168,169,170,171,172,173 175,176,177,178,179,180,181,182,183,184,...284
Powered by FlippingBook