167
tekningarrættindi til slík virðisbrøv, til tað felag, sum hevur givið út hesi
virðisbrøvini.
Grundgevingin fyri ásetingini í § 5, stk. 1, er, at hon skal forða fyri, at tey ið
eiga virðisbrøv verða eggjað til at leggja allan vinningin í felagnum í grunn,
og síðan við at avhenda virðisbrøv til felagið sjálvt, kunna luta pening út úr
felagnum á ein hátt, sum verður lagaligari skattaður, enn um hann varð
lutaður út sum vinningsbýti.
Eftir § 5, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini kann Toll- og skattaráðið eftir
umsókn frá eigara geva loyvi til, at slík avhendingarupphædd ikki skal verða
roknað sum vinningsbýti, men verða roknað sum avhending. Undantaks-
loyvi kann verða givið, tá virðisbrøvini eru avhend av øðrum orsøkum enn
teimum, sum roynt verða at sleppa undan við ásetingini í § 5, stk. 1 í kapital
vinningsskattalógini.
Tá avgerð um undantaksloyvi skal verða tikin, skal dentur verða lagdur á, um
aftursølan til felagið verður brúkt sum alternativ til útlutan. Hetta kann t.d.
vera í føri, har felagið keypir egin partabrøv til ein kurs, ið er hægri enn
marknaðarkursurin.
Loyvi verður vanliga einans givið, um eigarar avhenda øll síni virðisbrøv í
felagnum. Neyðugt er tó ikki, at øll verða avhend til felagið sjálvt, tí partvís
avhending til t.d. aðrar eigarar í felagnum, kann verða góðtikin sum fullkom
in avhending viðvíkjandi partabrøvunum. Í heilt serligum førum kann und
antaksloyvi verða givið, hóast øll virðisbrøvini ikki verða avhend, tá ið tað at
skatta alla søluupphædda hevði givið eitt heilt órímiligt úrslit. Í slíkum føri
skal verða mett, um eigarin veruliga hevur latið frá sær sína ávirkan á felagið
(ta vinningsbýtisgevandi ognina).
Skatta-og avgjaldskærunevndin
avgjørdi í
máli frá 17. februar 2010( nr. 09-
02-22-84)
at broyta avgerðina hjá Toll-og Skattaráð Føroya um at sýta fyri at
játta einari umsókn um, at ein søla kundi viðgerast eftir ásetingunum í § 5,
stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini.
Kærarin hevði í desember 2007 keypt 3.544 partabrøv áljóðandi 354.580 kr.
í einum partafelag, sum var skrásett á partabrævaskála, fyri 925.453 kr.
svarandi til kurs 261. Felagið hevur ein partapening áljóðandi 10.350.000 kr.
svarandi til eina góða millión partabrøv.
Tann 18. juni 2008 seldi kærarin 1.772 partabrøv áljóðandi 177.290 kr. til
útgevandi felagið fyri 425.280 kr. svarandi til kurs 240, sum var umleið 10%