Føroyskur skattarættur - page 159

159
7. Kapitalvinningsskattur
Vit hava umrøtt, at ein av meginreglunum í skattalógini er § 29, sum í nr. 1
ásetur, at vinningur av at selja ognir hjá hinum skattskylduga skal ikki verða
taldur við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni í tann mun,
hann ikki sambært øðrum reglum í skattalóggávuni skal verða taldur við, og
sum í nr. 2 ásetur, at ognarvøkstur og ognarminking, sum stava frá, at óseldir
ognarlutir hjá hinum skattskylduga hækka ella lækka í virði, ikki ávirkar
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
Umframt inntøkur frá rakstrinum av at reka sjálvstøðuga vinnu og lønarinn-
tøkur eru eisini inntøkur, ið stava frá at eiga, útvega og avhenda ognir. Vit
hava umrøtt skattligu viðgerðina av fleiri av slíkum inntøkum, ið hava verið
staðfestar við at avhenda ogn, og sum tí ganga undir heitinum kapitalvinn­
ingar. Umframt at avhenda ognir, sum koma undir serligu vinnuregluna og
spekulatiónsregluna í § 27 í skattalógini, er talan um goodwill og aðrar
immateriellar ognir eftir § 35a og fiskirættindi eftir § 35b í skattalógini, at
avhenda rakstrargøgn eftir §§ 5 og 8 í avskrivingarlógini, avhenda skip til
vinnuliga nýtslu umframt veiðiloyvi og bygningar til vinnuliga nýtslu eftir
ávikavist §§ 12, jbr. 11 (og 15 og 16) og 25 í avskrivingarlógini.
Eyðkennið, fyri skattligu viðgerðina viðvíkjandi hesum sølum, er, at tað er
tann
realiseraða
søluupphæddin
í sambandi við at avhenda ognirnar, sum
skal verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni. Tann
realiseraði sølupeningurin er vanliga uppgjørdur sum munurin millum sølu-
virðið og útveganarvirðið.
At avhenda ognir, sum koma undir avskrivingarlógina,
kann
harafturat
hava við sær krav um at inntøkuføra gjørdar avskrivingar (aftur­
vunnar avskrivingar).
7.1. AVKAST AV FÍGGJARLIGUM OGNUM (AKTIVUM)
Sum umrøtt frammanfyri, ásetur § 25 í skattalógini, at renta ella vinningur av
lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjar­
krøvum og útlæntum peningi, eru skattskyldugar inntøkur. Undantikin eru tó
vinningsbýti og rentuinntøkur, sumkoma undir lóg umskatt av kapitalvinningi.
Lógin um skatt av kapitalvinningi fekk gildi frá 16. november 2001. Skatt­
skylda eftir hesi lóg (§ 2) áliggur øllum teimum persónum, feløgum, stovn­
um, deyðsbúgvum og grunnum o.ø., sum, í tí løtu tey hava ásannað vinning
ella tap, fáa útlutað vinningsbýti ella hava rentuinntøku og eru undir fullari
ella avmarkaðari skattskyldu til Føroya.
1...,149,150,151,152,153,154,155,156,157,158 160,161,162,163,164,165,166,167,168,169,...284
Powered by FlippingBook