150
Allar broytingar í eigaraviðurskiftunum, eitt nú flytingar millum hjúnafel
agar, skulu verða skrivliga fráboðaðar líkningarmyndugleikanum í seinasta
lagi 14 dagar eftir tað, at tær eru gjørdar.
6.4.4. Bygningar o.a.
Avskriving av bygningum o.ø. til vinnuliga nýtslu kann verða gjørd sambært
ásetingunum í 4. kapitli í avskrivingarlógini. Alibrúk, sum eru gjørd av grót
kasti, kunnu eisini verða avskrivað eftir hesum kapitli.
Skattligar avskrivingar av bygningum o.ø. verða gjørdar fyri
hvønn bygning
sær
við einum ávísum prosenti av útveganarvirðinum (linjuhátturin) yvir eitt
gjøllari áramál tilskilað í lógini. Avskrivað kann tó ikki verða tað inntøkuárið,
bygningurin verður avhendur ella niðurtikin. Avskrivingarnar eru
bundnar
so at skilja, at verður ein loyvd árlig avskriving ikki brúkt til fulnar ella fyri
ein part, ber ikki til at hækka avskrivingina samsvarandi eitt seinni ár, ella at
leingja avskrivingaráramálið.
6.4.4.1. Avskrivingargrundarlagið
Grundarlagið undir bygningsavskrivingum er sjálvur bygningurin við inn-
rættingum og innleggingum, sum eru gjørdar aftaná 1. januar 1983
63
. Út
veganarpeningur fyri sjálva byggigrundina, byggibúning av sjálvari grundini
og økinum uttanum kann
ikki
verða roknaður við í skattliga útveganar
virðið
64
.
Útreiðslur til
ábøtur o.a.
á bygningar kunnu heldur ikki verða roknaðar við í
skattliga útveganarvirðið. Hinvegin kunnu útreiðslur til
umbygging
ella
uppí-
bygging
verða avskrivaðar
fyri seg
byrjandi tað árið, umbyggingin er liðug.
Hetta kann hava við sær, at ein og sami bygningur verður avskrivaður í
ymiskum tíðargongdum og skjótleikum.
Um so er, at einans ein partur av bygningi verður nýttur til endamál, sum
geva rætt til avskriving, kann skattlig avskriving einans verða gjørd fyri tann
partin av útveganarvirðinum, sum lutfalsliga samsvarar við gólvvíddina á
hesum bygningsparti.
Útveganarárið er tað inntøkuár, ið ognarrætturin fæst til bygningin, ella tá ið
hann er fullgjørdur
og
tikin í nýtslu til endamál, sum gevur rætt til avskriv
ing. Heldur eigari ella leigari uppat at nýta bygningin til endamál, sum geva
63 Innleggingar og innrættingar í bygningum, sum eru tiknir í vinnuliga nýtslu áðrenn 1. januar 1983,
kunnu verða avskrivaðar sum rakstrargøgn eftir 1. kapitli.
64 Sí § 27 í avskrivingarlógini.