140
Eftir § 5 í avskrivingarlógini kann slík negativ salda verða
javnað
fult ella
partvíst uppá fleiri ymiskar mátar:
• inntøkuførd sama ár, hon er vorðin negativ
• útvega rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav í seinasta lagi næsta
inntøkuár
• útvega bygningar til ídnaðarnýtslu og handverksnýtslu burturav í seinasta
lagi næsta inntøkuár
• inntøkuførd árið eftir, hon er vorðin negativ
• tá serligar umstøður tala fyri tí, kann TAKS leingja nevndu freistir við
teirri treyt, at trygd verður veitt fyri skattgjaldingini.
Serligar umstøður tala fyri slíkum loyvi, tá skattgjaldari hevur
ítøkiligar
ætlanir um at útvega sær avskrivingarbærar ognir í næstu framtíð. Víkjast
kann ikki frá treytini at veita trygd fyri skattakravinum.
Negativ salda kann eisini koma til sjóndar í sambandi við skattligar avskriv
ingar eftir øðrum kapitlum í avskrivingarlógini. Frammanfyri er júst greitt
frá, at slík salda kann verða javnað við at útvega ogn, eisini ogn, sum verður
avskrivað eftir øðrum kapitlum. Líkningarvaldið hevur givið til kennar
60
, at
tað stendur skattgjaldaranum frítt fyri at javna negativa saldu millum kapitl
arnar í tann mun, lógin loyvir hesum.
Landsskattanevndin
hevur gjørt úrskurð um negativa saldu í nøkrum fáum kæru-
málum, t.d. í
máli nr. 44/1984,
har nevndin vísti málið frá sær, tí neyðugt loyvi var
givið at leingja freistina og í
máli nr. 52/1996
, har negativ salda ikki var javnað, tí
skattgjaldarin hevði selt og keypt fiskifar í sama ári, men dagin eftir selt øðrum
partafelag farið fyri somu upphædd. Tað var víðarisølan, sum hevði við sær, at nega
tiva saldan ikki varð vorðin javnað.
Eftir § 31a í avskrivingarlógini skal virksemið her á landi verða roknað sum
uppathildið
, tá ein vinnurekandi hevur avhent sínar maskinur, rakstrargøgn,
innbúgv o.a. Í slíkum føri kann saldan gerast negativ við teirri avleiðing, at
hon skal verða inntøkuførdt sambært reglunum frammanfyri.
6.4.1.7. Avskriving av innrættingum og innleggingum í leigaðum hølum
Hóast avskriving av útreiðslum til innrættingar og innleggingar í
leigaðum
hølum
er loyvd sambært 1. kapitli í avskrivingarlógini (§ 2, stk. 2) skulu slíkar
verða gjørdar eftir
linjuháttinum
og ikki eftir salduháttinum, sum annars er
60 Við rundskrivi nr. 20 frá 1. mai 1989.