136
ella seinni, kunnu ikki verða avskrivaðar eftir 1. kapitli í avskrivingarlógini,
men sum partur av bygningum eftir 4. kapitli í avskrivingarlógini, um so er,
at bygningurin lýkur hesar treytir fyri at kunna vera avskrivaður. Sí seinni um
treytirnar fyri at avskriva eftir 4. kapitli í avskrivingarlógini.
Skattligu avskrivingar inntøkuársins verða gjørdar við hinum avskrivingar-
bæra salduvirðinum sum grundarlagi so at skilja, at hetta virðið er saldu
virðið fyrst í inntøkuárinum, tá ið søluvirðið á rakstargøgnum, sum eru seld
í inntøkuárinum, er drigið frá, men allur útveganarkostnaður fyri rakstrar-
gøgn fingin í inntøkuárinum, er lagdur afturat.
Avskrivingarnar kunnu eisini verða vístar soleiðis:
Salda fyrst í árinum
+ tilgongd í árinum
- frágongd í árinum
Salda fyri avskriving
- ársins avskriving
Salda seinast í árinum
6.4.1.1. Tilgongd í árinum
Undir tilgongd í árinum kemur
at keypa
ongarlutir (rakstrargøgn),
taka ímóti
ognarlutum sum gávu ella arvaforskot,
flutt
avskrivingarbærar ognarlutir eftir avskrivingarlógini frá privatari ella
blandaðari nýtslu til ávikavist blandaða ella vinnuliga nýtslu burturav.
Virðið á ognum, sum verða móttikin sum gáva ella arvaforskot ella ganga inn
sum tilgond í sambandi við flutning frá privatari ella blandaðari nýtslu er
handilsvirðið um móttøku/flutningsmundið.
Vert er at geva gætur, at útveganarvirðið fyri persónbilar, sum verða nýttir
vinnuliga burturav, men sum eru
skrásettir
til privatan persónsflutning, er
avmarkað til í
mesta lagi 150.000 kr.
Tann parturin av útveganarpeninginum,
sum fer upp um 150.000 kr., skal fyri
hvønn persónbil sær
verða skásettur sum
ein serstakur aktivpostur í skattaroknskapinum, men kann
ikki verða avskriv
aður
eftir avskrivingarlógini.
6.4.1.2. Frágongd í árinum
Undir frágongd í árinum kemur
at selja
ognarlutir (rakstrargøgn),
at avhenda
ognarlutir sum gávu ella arvaforskot,