137
at flyta
avskrivingarbærar ognarlutir til privata nýtslu burturav ella til bland
aða nýtslu og
at flyta
til nýtslu uttanlands
avskrivingarbærar ognarlutir eftir avskrivingarlóg
ini.
Avhendingarvirðið er tá handilsvirðið um flutningsmundið.
6.4.1.3. Salda fyri avskriving
Salda fyri avskriving er avskrivingarbæra salduvirðið. Árliga avskrivingin av
hesi saldu kann verða upp í 30%. Men er henda salda 20.000 kr. ella lægri,
kann upphæddin til fulnar verða drigin frá í inntøkuuppgerðini.
6.4.1.4. Frávik frá salduavskriving
Keypspeningur fyri
smáognir
, sum kosta 20.000 kr. ella minni, kann eftir § 3
í avskrivingarlógini til fulnar verða drigin frá í skattskyldugu inntøkuni í
keypsárinum. Verður hetta ikki gjørt, kann upphæddin ganga inn sum til-
gongd í árinum í salduna fyri rakstargøgn til vinnuliga nýtslu burturav.
Keypspeningurin fyri slíkar smáognir skal antin verða útreiðsluførdur í síni
heild ella verða lagdur aftur at (aktiveraður) avskrivingarsalduni – tað ber
ikki til at útreiðsluføra ein part og aktivera ein annan part.
Sølupeningur fyri smáognir, og keypspeningurin er útreiðsluførdur í keyps
árinum, skal verða inntøkuførdur í søluárinum, men slíkur keypspeningur,
sum er aktiveraður sum tilgond í árinum, skal verða drigin frá sum frágongd
í søluárinum.
Treytin fyri at kunna útreiðsluføra smáognir keypsárið er, at talan er um
ragstrargøgn, sum kunnu verða brúkt einsamøll (virka sjálvstøðugt) soleiðis
at skilja, at tað ikki er neyðugt at seta ella binda tey saman við øðrum (mein-
líkum) rakstrargøgnum fyri at fáa tey at rigga. Frádráttur í slíkum førum er
treytaður av, at eindirnar til samans ikki kosta meira enn 20.000 kr.
Líkningarvaldið
59
hevur gjørt av, at skattgjaldarin ger sjálvur av, um hann
dregur útreiðslur til
teldubúnað (software)
frá í keypsárinum sum rakstrar
kostnað ella aktiverar útreiðslurnar sum tilgongd í árinum í avskrivingarsald
una. Í slíkum førum er eingin avmarking viðvíkjandi útveganarupphæddini.
59 Rundskriv nr. 19 frá 13. apríl 1989.