Føroyskur skattarættur - page 129

129
6. Skattligar avskrivingar
Frammanfyri er umrøtt, at kostnaðir, sum fara til støðisútreiðslur ella stovn­
ingarúteiðslur, koma ikki undir hugtakið rakstrarkostnaður. Møguleiki er tó
fyri í ávísum førum at bóka slíkar útreiðslur sum ogn í fíggjarstøðuni og
síðan avskriva tær árliga, soleiðis sum ásett er í § 31, litra e í skattalógini.
Heimildir til árligar avskrivingar standa í skattalógini og í tonsaskattalógini,
men fyrst og fremst í avskrivingarlógini.
Ásetingar í skattalógini, sum heimila avskrivingar, eru § 32, ið loyvir árliga at
avskriva útreiðslur til royndarvirksemi og granskingarvirksemi, § 35a, ið
loyvir at avskriva keypspening fyri „goodwill“ og aðrar immateriellar ognir
og § 35b, stk. 3, sum loyvir árliga at draga frá keypspening fyri fiskirættindi
fyri ávíst tíðarskeið, ið er meira enn eitt inntøkuár.
6.1. HUGTAK OG ENDAMÁL
Ein avskriving er eitt útreiðslubýti av eini íløgu tey roknskaparár, íløgan
verður nýtt.
6.2. ROKNSKAPARLIGAR AVSKRIVINGAR
Við
roknskaparligum avskrivingum
verður roynt at gera eitt býti, so at hvørt
rakstrarár fær eina avskriving svarandi til virðisminkingina av íløguni av­
varðandi ár, so roknskapurin gevur eina „rættvísandi“ mynd av rakstri og fí-
ggjarstøðu virkisins. Ársroknskaparlógin, sum er galdandi fyri smápartafeløg
og partafeløg
krevur
, at roknskaparligar avskrivingar verða gjørdar fyri at geva
rætta mynd av rakstri og fíggjarstøðu.
6.3. SKATTLIGAR AVSKRIVINGAR
Skattligar avskrivingar
kunnu, men skulu ikki verða gjørdar í skattaroknskap­
inum hjá einum vinnurekandi persóni ella felagi. Endamálið við skattligum
avskrivingum er so statt ikki at geva rættvísandi mynd av rakstri og fíggjar­
støðu, men heldur at røkka einum ávísum úrsliti í skattaroknskapinum.
Tað ber eisini á, at skattligar avskrivingar verða brúktar sum politisk amboð
at eggja til ella stýra vinnuligum íløgum. Sum dømi um politiska stýring
1...,119,120,121,122,123,124,125,126,127,128 130,131,132,133,134,135,136,137,138,139,...284
Powered by FlippingBook