Føroyskur skattarættur - page 122

122
í sama mun. Lækkingarupphæddin verður minkað tann inntøkupart, sum
stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir lóg um skatt av
kapitalvinningi.
Og frádrátturin verður lækkaður samsvarandi tær upphæddir, hann fær eftir-
givnar við skuldarsemju, um skuld fult ella partvíst verður umløgd til parta-
brøv, ella konverterað til umbýtilig lánsbrøv. Lækkingarupphæddin verður
minkað ta upphædd, sum svarar til munin ímillum navnvirðið og kursvirðið
á umløgdu skuldini umbýtisdagin.
Hall í sambandi við trotabúgv, gjaldsteðg o.tíl. verður einans loyvt frádrigið í
tann mun, skuldin ella partur av henni er goldin. Tann goldni parturin kann
tá verða drigin frá í gjaldsárinum.
Sí eisini um rakstrartap undir 5.5.
Tap av skuldarum og tap av viðurlagsvinnu verða viðgjørd eftir vanligu regl­
unum í skattalógini.
Tap av skuldarum skal viðgerast á sama hátt, sum tað hevur verið viðgjørt
eftir § 33, nr. 9 í skattalógini. Eftir hesi reglu kann ”tap upp á skuldarar, her­
uppií útláns- og ábyrgdarskuldarar hjá peningastovnum”, dragast frá í skatt­
skyldugu inntøkuni. Við skuldarar meinast í hesum sambandi ”umsetnings­
skuldarar”, tvs. skuldarar, ið stava frá sølu upp á borg. Tap av øðrum
skuldarum, t.d. frá útláni, skulu viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini.
Verður tap av ”umsetningsskuldararum” staðfest, tí hesir verða seldir øðrum
felagi, skal hetta tap eisini viðgerast eftir skattalógini. Tó skal tapið viðgerast
eftir kapitalvinningsskattalógini, tá felag keypir skuldarar og síðani staðfestir
eitt tap, antin via sølu ella via úrslitaleysa innheinting. Vert er tó at geva
gætur, at tap av fíggjarkrøvum, sum koma undir kapitalvinningsskattalógina,
sambært galdandi venju ikki eru staðfest, fyrr enn (trota)búgvið eftir skuld­
aran er endaliga uppgjørt. Hetta kann hava við sær, at ein kravánari ikki
hevur rætt til at draga tap frá, sum t.d. stendst av einari eftirgeving, hóast
skuldarin eftir § 7, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini sleppur undan at inn­
tøkuføra eftirgevingina.
Viðurlagsvinna (á donskum kallað vederlagsnæring) er eitt krav (fordring),
sum er fingið sum gjald
í vinnu
í staðin fyri reiðan pening í sambandi við
veiting av vøru, tænastu ella aðra mótveiting. Tað er líka mikið, um kravið er
móti keyparanum sjálvum ella triðjamanni. Sum dømi um slík krøv
(fordringar) kunnu nevnast ein bilhandlara, sum selur eitt akfar uppá borg,
ella ein sjálvstøðugan arkitekt, sum fær eitt veðbræv sum gjald fyri sítt arbeiði.
1...,112,113,114,115,116,117,118,119,120,121 123,124,125,126,127,128,129,130,131,132,...284
Powered by FlippingBook