Føroyskur skattarættur - page 118

118
nú ásetingarnar í § 32 og 33, nr. 3, ið geva loyvi at víkja frá tepra tíðarsam-
bandinum við at loyva frádrátt fyri útreiðslur, sum ikki skapa inntøkur fyrr
enn í seinni inntøkuárum.
Avgerðin – nevnd frammanfyri – hjá
Landsskattakærunevndini frá 4.12.2002 (j. nr.
01S01-0120)
staðfestir somuleiðis uppfatanina, at eitt tepurt tíðarsamband skal vera
millum útreiðslur og inntøkur. Í hesum máli tók Landsskattakærunevndin undir við
avgerð líkningarvaldsins um at sýta skattgjaldara rætt til at gera skattligar avskriving­
ar í 2000 av einum lastbili, sum hann hevði keypt úr Danmark sama ár, tí nevndin
helt, at skattgjaldarin hevði ikki rikið vinnuligt virksemi í 2000.
Sí eisini avgerð hjá
skatta- og avgjaldskærunevndini frá 16.06.2004 (mál nr. 03-02-
21-12)
, har frádráttur fyri útreiðslur, sum stóðust av at skifta bilhúsahurð, varð av-
markaður til tey árini, húsini høvdu verið leigað út við avvarðandi skattgjaldara sum
eigara.
5.3.3. Útreiðslurnar skulu ganga til at tryggja inntøkurnar og ikki
inntøkugrundarlagið (inntøkukeldurnar)
Útreiðslur, sum ganga til at tryggja inntøkurnar, eru
rakstarkostnaður.
Út­
reiðslur, sum ganga til at tryggja inntøkugrundarlagið ella inntøkukeldurnar,
eru
støðiskostnaður ella stovningarkostnaður.
Munurin millum rakstarkostnað og støðis/stovningarkostnað er fyrst og
fremst, at rakstarkostnaður eru útreiðslur, sum verða hildnar til at vinna,
tryggja og halda
dagligu
inntøkurnar við. Støðis/ stovningarkostnaður eru
útreiðslur, sum verða hildnar til at stovna, bøta og víðka tað undirliggjandi
inntøkugrundarlagið.
Av hesum sæst, at eyðkenni fyri støðis/stovningarkostnað er, at talan er um
útreiðslur, sum ávirka ella fevna um inntøkur eitt langt tíðarskeið og ofta av
varðandi virði. Hóast støðisfæ/stovningarkostnaður ikki kann verða drigin
frá í inntøkuuppgerðini eins og rakstrarkostnaður, so kunnu hesar útreiðslur
verða tiknar við sum ogn í fíggjarstøðuni í skattaroknskapinum og í ávísum
førum verða avskrivaðar við árligum upphæddum sambært serligari lóg, jbr.
§ 31, stk. 1, litra e) í skattalógini. Skattligar avskrivingar kunnu verða gjørdar
sambært løgtingslóg um skattligar avskrivingar o.a. (avskrivingarlógina) og
verða viðgjørdar seinni í einum parti fyri seg.
Býtið ímillum rakstrarkostnað og støðis/stovningarkostnað er viðgjørt í sera nógvum
kærumálum og fer helst eisini hereftir at elva til kærur. Í avgerð frammanfyri hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 16.06.2004 (mál nr. 03-02-21-12)
var hesin
1...,108,109,110,111,112,113,114,115,116,117 119,120,121,122,123,124,125,126,127,128,...284
Powered by FlippingBook