Føroyskur skattarættur - page 111

111
peningaupphædd, enn hon varð útvegað fyri, er staðfest, at hon er seld við
halli. § 29 í skattalógini ásetur, at slíkur staðfestur vinningur skal ikki verða
tikin við í uppgerðina við skattskyldugu inntøkuni uttan so, at hetta er ásett í
skattalóggávuni. Eitt slíkt undantak er ásett í § 27 í skattalógini, har sagt verður,
at ein skattgjaldari skal inntøkuføra vinning, tá ið hann selur ella avhendir ogn,
um so er, at søla viðvíkjandi slíkum ognum fellur undir
vinnu hansara,
ella tá
hann hevur keypt ognarlutin
fyri at selja hann aftur við vinningi.
Við hesum sæst, at vinningur av at selja fastogn sambært skattalógini
49
einans
skal verða inntøkuførdur í tveimum gjøllari tilskilaðum førum, t.e., tá ið
skattgjaldarin hevur tað sum vinnu at selja slíkar ognarlutir,
ella
tá ið hann
hevur keypt ongarlutin við tí fyri eyga at selja hann aftur við vinningi. Í fyrra
førinum er talan um keyp og sølu sum part av vinnuligum virksemi, og í
seinna førinum er talan um spekulatiónskeyp og spekulatiónssølu.
Sum dømi um avgerðir, har hesi viðurskifti hava verið til viðgerðar kunnu verða nevnd
Landsskattanevndarmál nr. 10/1986
, har líkningarvaldið fekk viðhald í, at ein vinningur
av at selja fastogn skuldi verða inntøkuførdur við teirri grundgeving, at vinningurin
varð mettur at stava frá virksemi skattgjaldarans sum eigindómshandlari og
Lands­
skattanevndarmál nr. 14/1989
, har Landsskattanevndin gav líkningarvaldinum
viðhald í tí, at vinningur av at selja eitt grundøki skuldi verða inntøkuførdur við teirri
grundgeving, at talan var um spekulatión. Skattgjaldarin skeyt málið inn fyri Føroya
rætt, sum broytti avgerðina og gav honum viðhald í tí, at talan ikki var um
spekulatiónsvinning.
§ 27 í skattalógini ásetur eisini serliga reglu um próvførslu, tá ið talan er um
at spekulatiónskeypa ella -selja
fastogn
. Ásetingin sigur, at tá ein skattgjaldari
selur fasta ogn, sum hann hevur átt styttri enn 2 ár, má ætlast, at hann hevur
ognast hana til tess at selja hana aftur við vinningi uttan so, at hann prógvar,
at so var ikki. Til ber tí at siga, at meginreglan er, at tað er skattavaldið, sum í
øllum øðrum førum skal føra prógv fyri, at vinningur av at selja ognir skal
verða inntøkuførdur.
Hesa meginreglu helt
Landsskattakærunevndin
seg til í
avgerð frá 13.03.2000 (j. nr.
99S01-0026),
har hon broytti avgerð hjá kommunalu skattakærunevndini, sumhevði
givið líkningarvaldinum viðhald í tí, at skattskylduga inntøkan hjá skattgjaldara
skuldi verða hækkað 150.000 kr., sum hann hevði havt í vinningi av at selja eina
kúlupressu. Í síni niðurstøðu segði Landsskattakærunevndin m.a., at treytin, fyri at
49 Eftir avskrivingarlógini er meginreglan tó, at søluvinningur av at selja avskrivingarbærar ognir skal
verða inntøkuførdur.
1...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...284
Powered by FlippingBook